Skipari dømdur at sita í 20 mánaðir

Sambært útlendskum tíðindastovum viðurkendu bæði skipari og fyrsti stýrimaður sektarábyrgd, tá japanska farmaskipið, MV Wakashio, sigldi á eitt koralriv, og meira enn túsund tons av olju fór í havið.

 

 

 

Skiparin á japanska farmaskipinum, MV Wakashio, sum sigldi undir panamaflaggi, er nú dømdur at sita í 20 mánaðir.

 

Tað var í juli mánaði í 2020, at skipið sigldi á eitt koralriv við Mauritius, og fleiri enn túsund tons av olju fóru í havið.

 

Tíðindastovan Aljazeera veit í morgun at siga, at orsøkin til skipsbrotið var vánalig navigatión, og tískil endaði farmaskipið á einum koralrivi.

 

Sambært tíðindastovuni viðurkendu bæði skipari og fyrsti stýrimaður sektarábyrgd. 

 

- Skiparin, Sunil Kumar Nandeshwar, skal áður hava viðgingið at hava drukkið umborð, tá manningin helt veitslu, veit Aljazeera at siga.