Trygd
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Hósvkvøldið hendi ein syndarlig vanlukka umborð á ísfiskatrolaranum Polarhav, har ein maður lat lív.
Bjargingartyrlan fekk ikki farið eftir manninum, og spurnartekin hevur verið sett við tilbúgvingina. Eitt nú hava Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið funnist at tilbúgvingini, og hava róð uppundir, at tað er ein følsk trygd, sum sjófólk kring Føroyar hava.
Hin síðan av málinum er, um trygdin umborð á skipunum er nóg góð.
Skipaeftirlitið umsitur málsøkið »Trygd á sjónum« og skal seta kanning í verk, tá vanlukkur henda á sjónum. Tað arbeiðið er longu farið í gongd, váttar stjórin á Skipaeftirlitinum, Vilhjálmur Gregoriussen.
- Vit hava verið umborð og hava tosað við manningina. Vit kanna allar umstøðurnar, sum hava gjørt seg galdandi í samband við vanlukkuna, sigur Vilhjálmur Gregoriussen.
Tað hevur ljóðað, at fleiri skip vóru á somu fiskileið hetta kvøldið, og at mestsum øll lógu bakk, orsakað av veðri. Sambært Vilhjálmi Gregoriussen, so verður eisini hugt upp á veðrið, og um ov nógv verður lagt fyri.
- Tað er ein náttúrligur partur av kanningararbeiðinum at kanna, hvussu veðrið hevur spælt inn, váttar stjórin á Skipaeftirlitinum.
Skipari og reiðari felags ábyrgd
Nú fíggjarligu karmarnir eru blivnir trengri í øllum vinnum, og tað kanska serliga trýstir á skógvarnar í fiskivinnuni, er ikki óhugsandi at skiparar kenna seg undir trýsti frá reiðarunum fyri at fiska, og at hetta kann fáa summar skiparar at leggja alt ov nógv fyri, meðan teir eru undir fiskiskapi.
Tá so ein vanlukka hendir, verða eyguni vend móti skiparanum, men sambært stjóranum á Skipaeftirlitinum er ábyrgdin fyri trygdini hjá sjófólkunum ikki skiparans eina.
- Bæði skiparin og reiðarin hava ábyrgdina av, at trygdin umborð á skipunum er nóg góð, og at sjófólkini ikki verða sett í vanda. Teir hava sostatt eina felags ábyrgd fyri, at trygdin á sjónum er í lagi, staðfestir Vilhjálmur Gregoriussen.
Tekur tíð at kanna
Nær kanningarúrslitið fyriliggur, vil Vilhjálmur Gregoriussen ikki gita um. Hann vísir á, at Skipaeftirlitið, eins og aðrir almennir stovnar, eisini koyrir við skerdari manning.
- Vit eru sjálvi skerd, og kanningar hava tikið longri tíð at gjørt í seinastuni. So eg fái ikki sagt, nær kanningin er liðug, og ein niðurstøða fyriliggur, staðfestir hann.










