Skipaeftirlitið fingið nýggjan deildarstjóra

Tíðindaskriv

 

Fiskimálastýrið kunngerð, at Óli Hans Hammer Olsen, búsitandi í Streymnesi, er settur sum nýggjur deildarstjóri á Skipaeftirlitinum.

Óli Hans Hammer Olsen er 44 ára gamal og útbúgvin skipsførari. Harumframt hevur hann tikið eftirútbúgving sum merkonom og umfatandi skeiðvirksemi innan trygd á sjónum. Óli Hans hevur eisini drúgvar starvsroyndir á sjóvinnuøkinum og royndir innan umsitin.

Í løtuni starvast Óli Hans Hammer Olsen sum undirvísingarleiðari í Mentamálastýrinum, men fer hann at taka við nýggja starvinum skjótast gjørligt.

8 umsóknir vóru til starvið.