Komandi mánadag verður spakin settur í fyri byggingini av Skúladeplinum við Maknagili, og í tí sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi.
Hetta verður seinnapartin mánadagin 15. apríl.
Til hátíðarhaldið fer Ewald Kjølbro, ið er stjóri á Landsverk, at bjóða vælkomi, og síðani fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, at seta spakan í.
Eftir hátíðarløtuna er opið hús í matstovuni á Skúlaheiminum beint viðsíðuna av, har borðreitt verður við pinnamati og øðrum góðum.