Skipa aftur fyri Bachkvøldi í Kirkjubø

Tað vil gleða mong at frætta, at vælumtókta jólakonsertin BACH I KERTULJÓSI aftur er á skrá í ár, nevniliga mikukvøldið 1. december.

 

Konsertin verður sum áður við góðum Bach tónleiki og einans við kertuljósum. Sum vant verður móttøka aftan á konsertina í Roykstovuni, har Føroya Bjór er vertur.

 

Tiltakið er ókeypis og er stuðlað av Kirkjuni og Tórshavnar Býráð.

 

Meira kunning um tiltakið kemur um hálvan november.