Ein skipsvanlukka nærhendis indonesisku oynni Java í dag kann hava kravt fleiri hundrað mannalív. Myndugleikarnir siga, at 76 fólk eru bjargað á lívi, eftir at eitt flóttafólkaskip fórst, men at fleiri hundrað fólk eru ikki komin afturíaftur. Sambært tíðindastovuni AP vóru meiri enn 40 børn umborð.
Indonesiska løgreglan sigur, at umleið 380 fólk vóru umborð á skipinum, og at tað var nógv meiri, enn skipið var bygt til.
Sum skilst vóru tey flestu flóttafólkini úr Iran, Afghanistan, Turkalandi og Saudiarabia, og tað er væl kent, at flóttafólk úr hesum londunum brúka Indonesia sum millumlið á veg til Avstralia.