Skinklaðu eitt sindur

Hósdagin var hálvfinalan í kvinnuflogbóltinum avgreidd. Føroysku kvinnurnar vunnu dystin ímóti Álandi 3-1, men í støðum rillaðu føroysku kvinnurnar eitt sindur. Tær skulu møta Saaremaa í finaluni

Guernsey: Hósdagin vórðu báðar hálvfinalurnar hjá monnum og kvinnum avgreiddar, og vórðu Føroyar umboðaðar í báðum hálvfinalunum. Føroysku kvinnurnar møttu Álandi, og vunnu tær dystin 4-1.
Fyrsta settið byrjaði væl. Føroysku kvinnurnar komu á odda 5-1, og tóktust tær tryggar í spælinum, og sá tað út til, at tær stevndu beina leið ímóti finaluni.
Men so kom vend í. Áland setti ferð á, og nógvir býttir feilir kostaðu føroysku kvinnunum nógv stig.
Vantandi kommunikatión, og trýstið frá Álandi gjørdist størri, sum setti leið. Áland arbeiddi væl á gólvinum og fangaðu nógvar bóltar. Og hetta botnaði í, at tær komu skjótt framum 14-19.
Mistøkini vóru ov nógv, og ov nógvar ringar móttøkur vóru hjá føroyska liðnum, so illa bar til at fáa spælið at koyra.

Vend í
Í øðrum setti hildu kvinnurnar frá Álandi á, har tær sleptu. Móttøkurnar hjá føroysku kvinnunum hildu áfram við at vera ringar og feilirnir vóru ov nógvir.
Einasta álopið føroysku kvinnurnar fingu ígjøgnum var á miðjuni.
Men sum annað settið leið, komu føroysku kvinnurnar betri og betri við. Mistøkini hvurvu so smátt, og móttøkurnar gjørdust betri. Kantarnir byrjaðu eisini at vinna, og endaði tað við, at annað settið vunnu føroysku kvinnurnar 25-21, eftir at hava verið afturút17-21.
Triðja settið vísti sanniliga, hvat føroysku kvinnurnar kunnu, tá tær spæla uppá sítt besta. Móttøkurnar vóru góðar, og servurnar eisini, og megnaðu tær á henda hátt, at seta álendska liðið undir stórt trýst. Nú var tað øvugt, og tað var Áland, sum gjørdi feilirnar, og vunnu føroysku flogbóltsleikaranir settið heilið 25-7.
Fjórða, og sum seinni vísti seg at gera tað seinasta setti, líktist nógv tí næsta. Føroysku kvinnurnar komu framum, men høvdu ilt við at rista álendingarnar rættiliga av sær. Men til endans bragdaði og var fagnaðurin í fullsettu høllini stórur, tá føroysku kvinnurnar fingu 25. og seinasta stigið og sostatt vunnu dystin 3-1.

Nøgdur
Føroyski venjarin, Niclas Joensen, segði eftir dystin, at hann var væl nøgdur. Í øllum førum higartil.
? Vit byrjaðu fyrsta sett væl, men so var tað líkasum vit steðgaðu eitt sindur upp. Eg haldi, at tær vóru nervøsar. Ístaðin fyri at spæla sum eitt lið, so spældu tær sum einstaklingar, sigur Niclas Joensen.
? Nakrar útskiftingar vórðu so gjørdar og tá fingu vit spælið aftur upp at koyra.
Føroysku flogbóltskvinnurnar skulu, eins og menninir, møta Saaremaa í finaluni, og er føroyski venjarin rættiliga bjartskygdur.
? Vit hava vunnið tær seinastu tvær ferðirnar vit hava spælt ímóti teimum. Vit hava tikið hina hálvfinaluna upp á band, og nú fara vit heim at fyrireika okkum. Men um vit skulu vinna, so skulu vit ikki spæla fyrsta sett sum vit spældu tað í dag.
At enda kann nevnast, at Anna Müller Jacobsen verður helst ikki klár til finaluna, sjálvt um hon hevði væntað, at verið klár týsdagin. Niclas Joensen sigur, at hon hevur ikki verið við nakran dyst, og at hon hevði uttan iva verið góð at havt við á liðnum.