Í síðsta mánaði bórust tíðindini at VEKS-samstarvið, ið er samstarvið millum Vestmanna kommunu, Eiðis kommunu, Kvívíkar kommunu og Sunda kommuna á eldraøkinum og innan heimatænastuna, var í vanda fyri at syndrast.
Orsøkin til støðuna botnar í, at Vestmanna kommuna metir, at tey rinda ov nógv til samstarvið í mun til tað, ið tey fáa burturúr tí.
Fráboðanin tyktist tá, at taka restina av kommunum í samstarvinum á bóli, ið ikki reiðiliga skiltu ónøgdina. Bygdaráðið í Vestmanna hevði tó samtykt at enda samstarvið við hinar kommunurnar, og fundur hevur síðani verið við Innlendis- og Heilsumálaráðið, ið skal taka støðu til, um tað yvirhøvur letur seg gera at loysa vestmenningar úr samstarvinum.
Í dag tekur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, ið er partur av samstarvinum, til orðanna, og afturvísir, at Vestmanna kommuna missur pening av samstarvinum.
- Tá ið Vestmanna kommuna sigur, at tey hava eitt hall á 2,5 milliónir krónur upp á samstarvið, so er tað ikki rætt. Tað er ein lygn, ið málar eina mynd, har hinar kommunurnar oyðsla við pengum.
Borgarstjórin á Eiði vísir á, at í fíggjarætlanini í 2016, ið seinast varð tillaga í februar, so tjenar Vestmanna kommuna upp á samstarvið.
- Vit gjørdu eina fíggjarætlan í oktober, men tá vit í februar sóu, at inngjaldið var hægri enn neyðugt, tí økið er bíligari at reka enn væntað, so minkaðu vit um inngjaldið. So støðan er tann, at tá Vestmanna kommuna í apríl segði, at samstarvið kostar teimum 2,5 milliónir krónur, so tjentu teir í veruleikanum 900.000 krónur upp á tað.
- So eg sum limur í stýrinum fyri VEKS-samstarvinum standi spyrjandi yvirfyri avgerðini hjá Vestmanna kommunu, tí tølini endurspegla ikki veruleikan, sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu.