Verkfall
?Gongdin, sum hevur verið nú í nógv ár, er ómealiga óheppin.
Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, heldur, at tað er neyðugt, at stór broyting kemur í tær sáttmálarsamráðingar, sum nú eru á marknaðinum.
Sum støðan er, skilir hann væl, at arbeiðarafeløgini krevja meiri í løn, tí skattatrýstið er so høgt.
? Men tað ber ikki til at blíva við at hækka lønirnar, tí tað førir bara við sær, at prísirnir eisini hækka- og so kemur aftur kravið um fleiri lønarhækkingar o.sfr., o.s.fr.
Hann heldur, at vit eru longu nú á blóðskeivari kós, tí lønarvøksturin í Føroyum er størri enn í londunum, vit kappast við.
? Í Evropa er lønarvøksturin í miðal 3% um árið. so tá ið okkara lønir hækka meiri, versnar kappingarførið.
Tí heldur hann, at tað er avgerandi neyðugt, at vit leggja á annan bógv.
? ístaðin fyri at eggja til áhaldandi lønarkrøv, eiga vit í staðin at virka fyri, at vit tálma prís og kostnaðarvøkstrinum.
? Ístaðin fyri lønarhækkingar, eiga vit tí at hækka keypiorkuna við at lækka skattin.
? Men skal hetta eydnast, krevst ein góður vilji frá myndugleikunum, tí tað vera teir, sum skulu taka lut í einum slíkum átaki, saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sigur Vilhelm Johannesen.
Neyðugt við skattalætta
Upp undir hesar samráðingarnar, hevur Føroya Arbeiðarafelag lagt útrokningar hjá statsgóðkenda grannskoðaranum Rasmussen og Weyhe, fram. Tær útrokningarnar siga, at hesi bæði seinastu árini eru prísirnir so nógv hækkaðir, at tað er ikki eitt oyra eftir av lønarhækkingini, sum arbeiðarafeløgini fingu seinast.
Men tað skilst á arbeiðsgevarunum, at teir hava ikki treytaleyst álit á hesum útrokningum.
?Ein lítil kanning, sum vit hava gjørt, vísir, at gerandisvørur eru ikki hækkaðar nakað serligt hesi bæði seinastu árini, tvørturímóti eru summar vørur blivnar bíligari.
Tó viðgongur hann, at oljan og bensinið er hækkað so nógv, umframt at tað er dýrari at keypa hús, ella at leiga, at tað kann gera allan munin.
Men hann heldur ikki, at tað ber til at seta príssteðg ella vinningssteðg í verk, tí tað er ov trupult.
?Men vit eiga at lætta trýstið á lønirnar við at geva skattalætta, so at keypiorkan hækkar, hóast lønirnar ikki hækka, sigur Vilhelm M. Johannesen.
? Verða lønirnar tálmaðar, fer tað eisini at tálma prísvøkstrinum. Hinvegin verður tað dýrari at baka eitt breyð, hvørja ferð, lønin fer upp. Tí hanga lønarvøkstur og prísvøkstur neyvt saman.
Óvart tá
Annars sigur formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum, at tað kom ógvuliga dátt við, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag skuldi fara ío verkfall.
? Eg helt, at samráðingarnar gingu upp á stás. Men tá ið vit komu til at tosa um løn, skramblaði alt saman, tí krøvini vóru so hørð.
Hann sigur, at umframt vanliga lønarkravið upp á 15 krónur afturat um tíman hesi bæði næstu árini, hava feløgini onnur krøv um viðbøtur og annað av ymsum slag, sum kosta eini 30% afturat í lønarhækking og tað kemur ikki upp á tal, tí støðið er longu lagt við teimum 12%, sum hini feløgini hava fingið.
? Hetta vóru krøv, sum feløgini als ikki vildu tosa um og tí skrædnaði, sigur Vilhelm M. Johannesen.











