Skilaleysi fullveldispolitikkurin má steðgast

Karsten Hansen, landsstýrismaður, fer um stutta tíð til Danmarkar, har hann skal slóða fyri einum størri landskassaundirskoti í 2010. Talan er um framhald av sama fullveldispolitikki, sum sá dagsins ljós í 1998, men sigast má kortini, at nógv er broytt hesi seinastu 10 árini

Tá Høgni Hoydal og Karsten Hansen komu inn á politiska leikvøllin fyri 10 árum síðani, gjørdu teir, og restin av táverandi landsstýri, eitt stórt og kostnaðarmikið arbeiði, fyri at sannføra føroyingar um, at vit fóru ikki at blíva verri fyri, um blokkstuðulin bleiv burtur. Hvør minnist ikki Hvítubók, Caragata álitið, “íslendsku tølini” og onnur væl formulerað rit og blaðgreinar, sum fyltu dagligdagin hjá føroyingum. Fullveldispropagandain skuldi bankast inn í høvdið á okkum øllum við fimm tumma seymi. Boðskapurin var, at síðuleypandi við fullveldisætlanina skuldi sitast tungt á kassanum.

 

Argumentini eru burtur, men kósin er hin sama

Soleiðis er arbeiðslagið ikki longur. Í dag vita øll, at um blokkstuðulin lækkar við teimum ætlaðu 117 mió. krónunum, so verður undirskotið bara tað størri. Sjálvt ídnastu fullveldismenn gera onga roynd at sannføra fólk um nakað annað. Tað sær út sum, at spurningurin um yvirskot ella undirskot hevur als ongan týdning longur. Málið er ikki, at vit skulu klára okkum sjálvi. Málið er at fáa blokkstuðulin burtur. Eydnast tað, so er málið nátt, líkamikið hvørjar fylgjur tað annars fær fyri Føroya fólk.

 

Einki verður sagt um, hvar pengarnir skulu sparast, ella hvørjir borgarar fáa rokningina fyri mistu upphæddina til landskassan. Tvørturímóti verður nú tosað um at avtaka bæði oljuavgjald og MVG á ávísum vørum. Vit koyra bara víðari, og so má undirskot vera undirskot.

 

Men einaferð kemur rokningin fyri undirskotið, og hon endar altíð hjá borgarunum, so tað sum verður givið við aðrari hondini, verður fyrr ella seinni tikið inn aftur við hinari – og ríkiliga tað.

 

Bólturin liggur hjá løgmanni

Fáar dagar áðrenn valið, sendi løgmaður eitt skriv út til allar føroyingar, har hann ávaraði ímóti at seta vælferðina hjá føroyingum uppá spæl. Mín vón er, at løgmaður nú vísir hetta vallyfti í verki, og steðgar Karsteni Hansen og hansara skilaleysa fullveldispolitikki. Løgmaður hevur ein gyltan møguleika at vísa seg sum ein rættan leiðara og javnaðarmann, sum setir vælferðina hjá fólkinum framum nationalismu. Vónandi letur hann ikki henda møguleikan fara afturvið borðinum.