Útróðrarbátarnir Prime Bibi og Prime Edith noyddust at venda aftur, tá teir mánadagin royndu at sleppa ígjøgnum Prins Christian Sund, tí har var ikki siglandi fyri ísi. Men tað áttu menninir umborð á bátunum at vita frammanundan, sigur sjóverjan í Grønlandi.
Søren Dreijer hjá Grønlands Kommando sigur við útvarpið í Nuuk, at tað er alment kent, at óvanliga nógvur ísur er í Suðurgrønlandi í løtuni, og at øll ískort vísa, at tað er ikki siglandi ígjøgnum Prins Christian Sund. Tí undrar tað sjóverjuna, at teir báðir útróðrarbátarnir valdu at fara tann vegin kortini. Flestu skip vita, at tey eiga ikki at fara ígjøgnum sundið, og at tey eiga at spyrja seg fyri um líkindini.
-Men teir, sum "sigla við høvdinum undir arminum", fáa vit einki gjørt við, sigur Søren Dreijer við grønlendska útvarpið.
Felagið Arctic Prime Fisheries eigur Prime Bibi og Prime Edith. JFK í Klaksvík eigur í grønlendska felagnum, og Hanus Hansen, stjóri, sigur við KNR, at menninir umborð á bátunum høvdu væntað at fáa betri veður ígjøgnum sundið, men at veðrið royndist verri enn væntað.