Kommunan hevur gjørt eina samstarvsavtalu við avvarðandi myndugleikar um upptøku av leysgangandi hundum og øðrum djórum.
Á fundi fyrr í hesum mánaðinum hevði trivnaðarnevndin hetta málið til viðgerðar, og mælti tá bygdaráðnum til at gera eina slíka samstarvsavtalu. Mælt varð somuleiðis til at samstarva við aðra kommunu um aktingarfólk og um eitt stað at varðveita hesi djórini.
Á fundi í bygdaráðnum mánakvøldið samtykti bygdaráðið einmælt ætlanina um eitt slíkt samstarv.