Nógv fólk hava um vikuskiftið verið í Klaksvík, har Sjómannadagur hevur verið hildin. Av fyrireikarunum verður mett, at okkurt um 10.000 fólk vitjaðu tiltakið í føroyska fiskivinnuhøvuðsstaðnum.
Hóast nógv fólk vóru komin saman, so gekk tað mesta friðarligt fyri seg í Klaksvík og restina av landinum.
Løgreglan hevur fingið nakrar fráboðanir um illstøðu í bæði Klaksvík og restina av Føroyum, men hevur einki verið so mikið álvarsamt, at nakað harðskapsmál verður reist. Onkur fær møguliga eina bót fyri at hava verið til ampa fyri umhvørvið, og harvið brot á politiviðtøkurnar.
Í Norðskála var herverk framt á nakrar ruskspannir og fløgg, men av tí at tað helst einans er talan um børn ella ung, so verður ikki meira gjørt við tað.
Árliga kvinnurenningin var í Havn í gjár. Av løgreglustøðini verður upplýst, at nógv fólk ringdu inn á støðini og kærdu sína neyð, tí renningin hevði við sær, at fleiri vegir í høvuðsstaðnum vóru stongdir í eitt stutt tíðarskeið. Hóast vegirnir vanliga ikki eru stongdir longri enn ein tíma, so er tað vanligt, at fólk ringja og kæru um stongdar vegir, tá tær ymisku rennikappingarnar eru.