Skifti politiskelti út við lyklatyssi

Vinnuvangin í Vinnan, vinnublaðnum hjá Sosialinum, er Helgi Justinussen, eigari og leiðari av Ansni.

Í summar eru tíggju ár liðin, síðani fyrsta spíran til nýggju tilveruna hjá Helga Justinussen, og hóast gerandisdagurin vælsaktans er munandi øðrvísi, enn hann var tað á politistøðini, er Helgi væl nøgdur við tað, hann í dag tekst við.

- Eg havi so avgjør ikki angrað, at eg fór í holt við hetta, hóast eg samstundis má viðganga, at eg ofta havi saknað politiarbeiðið, tí mær dámdi tað so væl. Men tað, sum í grundini kanska koyrdi mest undir meg, so eg fór undir hetta í staðin, vóru svøvngávurnar, sum einki eru at reypa av. Tí hevði eg ofta trupulleikar aftan á náttarvaktirnar, tí tá var svøvnurin ofta einki serligur. Nú kemur tað hinvegin mestsum ikki fyri, at eg eri til arbeiðis um náttina, sigur hann.

 

Sum sagt, so hevur fyritøkan nú níggju ár á baki, og spurdur, um hon er við at finna sína røttu legu og stødd, er Helgi greiður í síni útmelding.

- Fyrst og fremst, so hava vit gjørt okkum greitt, at skal Ansni veksa meira, so skal tað vera við skili, tí hóast fleiri hava verið og luftað tankan um at leggja saman við øðrum, so vilja vit altíð treyta okkum, at so sal tað vera, tí talan er um líknandi virksemi, sum tað, vit hava í dag. Ansni er sjálvandi ein fyritøka, vit vilja menna, men tað skal ikki vera fyri einhvønn prís, sigur hann og dylur ikki fyri, at hann er nøgdur við tað, sum er komið burturúr higartil.

- Um ikki so langa tíð fer talið á starvsfólkum at tátta í tey 40, so okkurt munnu vit hava gjørt rætt hesi árini.

 

Les alla ta longu samrøðuna við Helga Justinussen í Vinnuni, vinnublaðnum í Sosialinum frá mánadegnum.