Skiftið hjá Niclas staðfest

Í farnu viku skrivðu vit, at tað eftir øllum at døma fór at eydnast B36 at knýta Niclas Niclasen úr KÍ afturat besta hópinum. Fríggjadagin kundi B36 so á heimasíðu sínari staðfesta skiftið. Soleiðis verður tað helst hann, sum saman við Pól Thorsteinsson fer at manna miðverjuna hjá B36 komandi kappingarár.