Skiftandi veður komandi dagarnar

Køld luft streymar aftur inn yvir landið av norðri og landnyrðingi. Týsdagin fer væntandi eitt lágtrýst framvið beint sunnan fyri Føroyar og síðani legst eitt hátrýst norðan fyri Føroyar og veðrið gerst støðugari eitt skifti. Sum vikuskiftið nærkast byrja brúgvaløg aftur at nærkast av suðri og tað verður óstøðugari og meiri vindur.

 

Í dag verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Serliga á syðru oyggjunum verður nakað av vindi. Tað gerst meiri skýggjað og sum frá líður nógv regn, í støðum vátaslettingur. Mikunáttina verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin alt samdøgrið verður millum 2 og 5 stig.

 

Í morgin makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Fyrst skýggjað og fyri tað mesta turt, men út á daginklárar í og sólin sær møguliga, serliga norðanfyri. Hitin um dagin um 5 stig. Um náttina turt og partvís klár og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Hann frískar vindin av landsynningi, 3 til 8 m/s.

 

Hósdagin øtlar hann vindin vindin í andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men út á dagin skýggjað og hitin um 7 stig. Um náttina møguliga regn sunnanfyri, annars turt og skýggjað. Hitin millum 3 og 5 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin um 7 stig, um náttina niður í 4 stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og turt, men um náttina skýggjað og møguliga regn av suðri. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina niður í 4 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 7 stig.