Eitt lágtrýst eystan úr Føroyum flytir seg spakuliga í ein norðan, og køld luft streymar yvir Føroyar av útnyrðingi og norði. Eitt lágtrýst vestan fyri Írland flytir seg sunnudagin og mánadagin norðureftir og tilhoyrandi brúgvaløg fara yvir Føroyar við regni og vindi.
Seinnapartin í dag verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norði, 5 til 10 metrar um sekundið og skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin upp í fimm stig. Um náttina yvirhøvur turt og eitt lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið og hitin um frostmarkið.
Sunnudagin verður eitt lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum veksur til eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og seinnapartin regn av suðri, hitin um fimm stig. Um kvøldið verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, og regn. Seinni snarar hann í ein sunnan og útsynning, og makar vindin niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Tað klárar í, men tó okkurt æli. Hitin millum fimm og átta stig.
Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður. Hitin upp í 10 stig. Um náttina niður í fimm stig og sum frá líður eitt lítið lot av eystri ella suðri, undir fimm metrar um sekundið.
Týsdagin snarar hann vindin í ein útnyrðing og verður fyrst eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið, men sum dagur líður veksur hann vindin upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og samdrigið. Hitin millum sjey og 19 stig, um náttina niður í 5 stig.
Mikudagin verður eitt lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið, sum eina løtu verður av ymsum ættum, men um náttina eitt gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og kanska regn av og á, hitin millum trý og átta stig.
Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri, 4 til 10 metrar um sekundið, skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum trý og átta stig.