Skiftandi men hampuligt veður

Petur Skeel Jacobsen metir útlitini at síggja sólarmyrkingina at vera góð

Tað verður skiftandi veður komandi dagarnar. Í dag verður yvirhøvur turt, men í morgin verður ælingur, tó onkrir sólglottar. Hósdagin verður stundum regn, fríggjadagin yvirhøvur turt, men seinnapartin leygardagin aftur regn.

 

Í dag og í morgin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri og hitin millum fýra og sjey stig.

 

Hósdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og stundum regn. Hitin millum trý og seks stig.

 

Fríggjadagin frískur vindur av landnyrðingi og yvirhøvur turt, men leygardagin veksur hann vindin av suðri og seinnapartin regn. Hitin millum seks og 10 stig.