Skiftandi heystveður um vikuskiftið

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Føroyum fer í ein eystan. Í morgin kemur eitt lágtrýst inn yvir Føroyar av útnyrðingi og síðani eitt kalt rák við ælaveðri av norðri. Mánadagin gevur ein hátrýstsryggur okkum støðugari veður, áðrenn nýggj brúgvaløg troka seg inn á okkum týsdagin.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 7 og 11 stig, um náttina hitin millum 4 og 8 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, yvirhøvur turt og sólglottar. Um náttina hækkar hann í ein norðan og útnyrðing og øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og fyrst regn, seinni ælaveður. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin makar nakað og um kvøldið er gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður móti kvøldið, annars fyri tað mesta turt. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 3 og 7 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum um náttina lækkar í ein útsynning og øtlar í andøvsugl upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 7 og 11 stig, um náttina um 10 stig.

 

Týsdagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, men út á náttina makar hann aftur vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyrst sólglottar og turt, sum frá líður skýggjað og um kvøldið og náttina regn. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 11 stig.