Ein vápnaður maður drap í gjár seks fólk í einum lítlum býi í amerikanska statinum Mississippi.
Løgreglan hevur handtikið ein mistonktan. Talan er um ein 51 ára gamlan mann, upplýsir sheriffurin í økinum. Ein av teimum dripnu er fyrrverandi kona hansara.
Skottilburðurin fór fram á trimum ymsum støðum í lítla býnum Arkabutla, har tað búgva 300 fólk og sum liggur 60 kilometrar sunnan fyri Memphis í Tennessee.
Tann 51 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri dráp.
Kanningarfólk hava enn ikki lagt fram nakað motiv fyri morðini, men siga, at tey fyrst fara at kanna viðurskiftini hjá manninum við fyrrverandi konuna.
Myndugleikarnir fingu fyrst eina fráboðan um, at skotið varð á eini bensinstøð. Áðrenn løgreglan kom á staðið, fekk løgreglan boð um skottilburð í einum heimi nærindis.
Ein maður varð skotin á bensinstøðini. Ein kvinna, sum seinni er eyðmerkt sum fyrrverandi konan hjá tí 51 ára gamla manninum, er funnin deyð í heiminum.
Løgreglufólk funnu tann mistonkta í innkoyringini til eini onnur hús og handtóku hann.
Staðið, har tann 51 ára gamli varð handtikin, hevur síðani víst seg at vera heim hansara. Løgreglufólk funnu fýra onnur deyð fólk har.
Tey fýra kunnu vera fólk í familjuni hjá tí 51 ára gamla.
– Vit hava ikki nógvan kriminalitet her. Hetta er sjokkerandi, sigur sheriffurin Brad Lance.
– Eg hevði ongantíð droymt um, at vit skuldu fáa við slíkt at gera.
Løgreglufólkini funnu trý ymisk vápn hjá mistontka.
Ein maður, sum sá tilburðin á bensinstøðini, sigur, at hann tók skambyrsuna fram og umhugsaði at skjóta ímóti mistonkta, men lat vera.
Í staðin hjálpti vitni, ein 18 ára gamal maður, Ethan Cash, einum øðrum manni, sum varð skotin í bili sínum uttan fyri bensinstøðina.
Cash sigur, at hann síðani sá tann mistonkta og umhugsði at skjóta ímóti honum.
– Eg ætlaði at skjóta móti manninum, tá hann koyrdi avstað. Men eg var ikki vísur í, hvør tað var, og eg vildi ikki særa nakran, so eg lat løgregluna um tað. Tað er jú teirra arbeiði, sigur Ethan Cash.
/ritzau/Reuters