Ósketni

Leyst byggitilgar, sum fýkur millum húsini er vandamikið.Kortini eru ikki øll, sum syrgja fyri, at slíkt ikki hendir, sigur løgreglan

Løgreglan í Havn fekk einar tvær fráboðanir í samband við vindin, sum var mikukvøldið.
Úti við Marknagilsvegin feyk nakað av leysum byggitilfari millum húsini, sum neyðugt var at bjarga og fáa beint av vegnum, áðrenn skaði stóðst av.
Eitt skamlop í eini elektrisitetslinju í Skrivargøtu legði umráði myrkt eina løtu, sigur løgreglan í Havn.
Í aðrar mátar var einki at frætta frá nøkrum óvanligum, sigur vakthavandi.
Heldur ikki aðrastaðni úr landinum hava tey á politistøðini frætt frá nøkrum skaða av veðri.