Skert virksemi í Margarinfabrikkini

Tórshavnar Kommuna hevur søkt Landsstýrið um at fáa Margarinfabrikkina undir grein 32 í barnaforsorgarlógini, sum ger, at landskassin og foreldrini gjalda partar av rakstrinum, fyri soleiðis at lætta um raksturin hjá Kommununi

Margarinfabrikkin var fyri á býráðsfundinum seinasta hóskvøld.

Tað er soleiðis, at norðurlendsku Barnabatafelagsskapirnir hava játtað at rinda fyri leiðaran í trý ár. Hendan skipanin heldur upp at á sumri 1998, og skal tá nýggj skipan við leiðarar finnast.

Tórshavnar Kommuna hevur latið 50.000 krónur til raksturin, umframt at Kommunan hevur lagt hús til.

Í ár hevur Kommunan eisini latið ein eykastuðul á kr. 50.000, soleiðis, at samlaði stuðulin frá Kommununi til raksturin er 100.000 krónur.

Men hetta er ikki nokk til tess at reka staðið. Leiðarin á Margarinfabrikkini hevur biðið um at fáa tveir pedagogar settar í starv 30 tímar um vikuna, um húsið skal rekast og fáast skal optimalt burturúr.

Tórshavnar Býráð hevur heitt á Landsstýrið um at fáa Margarinfabrikkina góðkenda sambært § 32 í barnaforsorgarlógini.

Kemur Margarinfabrikkin undir hesa skipan, verður kostnaðarbýtið av rasktrinum soleiðis, at Landsstýrið rindar 40%. Kommuna 30% og foreldrini 30%.

Verða tveir pedagogar settir aftur at leiðaranum á Margarinfabrikkini, verður hetta ein útreiðsluvøkstur upp á eina 600.000 - 700.000 krónur. Og Kommuna kann ikki garantera, at fólk verða sett.

Avleiðingin av støðuni, sum hon er í dag, er, at hildið verður stytri opið í Margarinfabrikkini.

Framtíðarviðurskiftini hjá Margarinfabrikkini verða viðgjørd í fíggjarnevndini í samband við fíggjarlógina.

Í báðum málum var tað eitt einmælt býráð, sum tók støðu.


Fríríðarskúlin

Á býráðsfundi hóskvøldið í seinastu viku, varð samtykt at biðja Landsstýrið um góðkenning til 250 børn í frítíðarskúlanum hjá Tórshavnar Kommunu.

Ætlanin er, at eisini børn í øðrum flokki skulu fáa høvið at luttaka í skipanini við skúlaársbyrjan 1997- ?98.

Frítíðarskúlin hevur fingið betri umstøðu, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður.

Børnini í Sankta Frans Skúla eru flutt niðan í Bridgehúsið - gamla HB húsið í Gundadali. Kommunuskúlabørnini hava fingið loftið í gamla Realskúlanum umframt lærarahúsini - húsini hjá Frk. Cohr. Og Venjingarskúlin er fluttur oman í Hornabø, har eini sethús verða nýtt til endamálið. Og Argja skúli er fluttur í AB húsið.

Allir skúlarnir í Havn uttan Hoyvíkar skúli hava nú umstøður til at hýsa øllum børnum í fyrsta og øðrum flokki.

Men í Hoyvíkar skúla er ætlanin at nýta stovurnar hjá fyrsta og øðrum flokki, umframt sangstovuna. Men eisini er møguleiki fyri at taka Hvítanes skúla upp í skipanina. Hann hevur tvær stovur, sum við smærri ábótum kunnu nýtast til eini 15 børn.