Nýggjársnevndin í Tvøroyrar kommunu hevur gjørt av, at ætlaði morgunmaturin á Seglloftinum hin 31. desember, sum nýggjársnevndin saman við Eyðsteini Lyngvej skuldi skipa fyri, er avlýstur.
Sama er við ætlaðu kyndlagonguni úr Oldurdalinum og nýggjársbálinum um midnáttarleitið gamlaárskvøld. Kortini verður fýrverkið, sum ætlanin var at skjóta á Drelnesi á midnátt, skotið.
- Vit hava tikið hesi stig fyri at fylgja tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum, nú covid-19 farsóttin aftur ger um seg, sigur nýggjarsnevndin, sum leggur aftrat, at tað er eitt stórt ynski, at fólk halda seg til almennu tilmælini um frástøðu.