21.05.05 Føroyar-Ísland 14-31
22.05.05 Føroyar-Ísland 14-26
Føroyski landsliðshópurin til dystirnar móti Íslandi um vikuskiftið var nógv broyttur í mun til tað liðið, sum stóð seg so væl í Italia fyri góðum ári síðani. Tey bæði avgjørdu oddaliðini í føroyskum kvinnuhondbólti nógvu seinnu árini, VB og Stjørnan, høvdu eingi umboð á liðnum, sum leikti móti Íslandi, og tí má staðfestast, at talan var um eitt skert føroyskt lið.
Tempoið ov høgt fyri føroysku kvinnurnar
Størsti trupulleikin hjá teimum føroysku kvinnunum í dystunum báðum móti íslendingum, var høga ferðin á íslendska spælinum. Føroysku kvinnurnar høvdu ógvuliga trupult við at fylgja við íslendsku leikarunum, og serliga tungt var tað hjá okkara leikarum at skifta nóg skjótt úr álopi í verju.
Hetta kostaði mangan dýrt, tí ofta gingu tað bert fá sekund frá tí, at Føroyar høvdu mist bóltin í álopinum, til hann lá í meskunum aftan fyri annaðhvørt Tommu Petersen ella Guðrun í Lágabø.
Eisini á kropsliga økinum vóru okkara spælarar ikki eins væl fyri sum íslendsku kvinnurnar. Serliga var tað bakketan hjá Íslandi, sum var vælvaksin og sterk, og tað var tungt hjá føroysku verjuni at verja fyri, tá ið stóru íslendsku bakkarnir royndu at bróta ígjøgnum.
Tað sást eisini væl, at føroysku spælararnir ikki hava verið í dysti í drúgva tíð, tí neyvleikin og flytingarnar vóru ikki á tí støði, sum tær helst høvdu verið, um dystirnir høvdu verið, meðan heimliga kappingin var í hæddini.
Framtíðina fyri sær
Sum áðurnevnt var íslendska liðið rættuliga ungt, men tað var tað føroyska so sanniliga eisini. Tí kann sigast, at føroyska liðið hevur framtíðina fyri sær, og at talan er um nógvar evnaríkar spælarar, er einki at taka seg aftur í. Eitt nú er unga Rebekka Justinussen úr StÍF framvegis unglingaspælari, men hon smæddist tó ikki burturúr í dystinum móti Íslandi.
Tá ið liðið verður styrkt við nøkrum profilum úr ávíkavíst VB og Stjørnuni, er breiddin góð, og við miðvísari venjing og fleiri felagsvenjingum skal okkurt gott óivað spyrjast burturúr.
Má fáa avleiðingar
Stóri spurningurin og stóra samrøðuevnið í sambandi við dystirnar hjá kvinnulandsliðnum, var tó, hví eingir spælarar úr VB og Stjørnuni vóru við.
Sum nevnt í blaðnum í vikuskiftinum var ein stórur partur av liðnum hjá Stjørnuni uttanlands, men tó ikki allar. Sosialurin hevur tó fingið uppspurt, at venjarin hjá Stjørnuni og fyrrverandi landsliðsvenjarin, Rógvi Nielsen, hevði meldað avboð vegna alt liðið hjá Stjørnuni til dystirnar móti Íslandi, hóast onkur spælari ikki var vitandi um tað. Somuleiðis hevði Rógvi sagt við fyrrverandi starvsfelagan á landsliðnum, Flemming Raben, at leikararnir úr VB ikki høvdu sýnt landsliðnum áhuga, men tað kendu VB-spælararnir sjálvar einki til. Tær hava ongantíð fingið nakra áheitan ella fyrispurning frá landsliðsvenjaranum ella HSF.
Flemming Raben hevur tikið orðini hjá Rógva fyri gott, og tí kann hann ikki lastast fyri, at VB og Stjørnan einki umboð høvdu í hópinum til dystirnar móti Íslandi. Danski venjarin hevur snøgt sagt fingi blóðskeiv boð frá fyrrverandi starvsfelaganum, sum hevur meldað avboð fyri leikarar, sum ikki vóru vitandi um hetta. Hetta ber ikki til, og tað má fáa avleiðingar innanhýsis í hondbóltssambandinum, at spælarar, sum eru áhugaðir í at spæla á landsliðnum, og sum ivaleyst kunnu gerast grundstuðlar á liðnum, ikki sleppa framat. Bara tí Rógvi Nielsen sigur við Flemming Raben, at tær ikki hava hug at spæla á landsliðnum.
Vit royndu bæði í vikuskiftinum og mánadagin at fáa fatur á Rógva Nielsen, men til fánýtis.









