Skert føroyskt lið í eldin sunnudagin

Talvfelagið Føroyar stríðist fyrst og fremst fyri at halda sær uppi í donsku 1. deild. Heini Olsen er ikki tøkur í 5. umfari, so javnt ímóti Brønshøj hevði fløvað

Upptakt

Í fjórða umfari leiktu føroyingar ein góðan 4-4 javnleik ímóti K41, sum liggur á einum triðja plássi.
Mótstøðumennirnir í 5. umfari eru úr Brønshøj. Seinasta ár kláraði Brønshøj seg nógv betur enn væntað og fingu teir eina bronzumedalju burturúr. Í ár hevur Brønshøj ikki heilt klárað at liva upp til úrslitini frá seinasta ári, sjálvt um liðið er styrkismett sum nr. 3 í sterkastu deildini á flatlondum.

Málið
Føroyska liðið hyggur fyrst og fremst niðureftir á stigatalvuni, og tað er at frøðast um, at munurin ímillum næstniðasta liðið og triðniðasta lið gerst alt størri. Longu í fyrsta umfari av kappingini lá tað í luftini, at tað vórðu Århus og Nørresundby, sum helst fara ta tungu leið niður í 2. deild.
2-4 umfar hava einki broytt uppá hendan spádóm - heldur hinvegin. Gjógvin tykist stór ímillum Nørresundby og føroyska talvfelagið og hon tykist bara at veksa. Tó skulu føroyingarnir ansa sær við ikki at kenna seg alt ov tryggar. Haldast skal á við at stríðast fyri hvørjum einasta stigi.
Um vit vinna á Brønshøj sunnudagin er eitt møguligt triðja pláss kanska ikki so øgiliga fjart. Tað er tó fyrst og fremst tankarnar um at sleppa undan niðurflyting vit hugsa um, tá vit sessast við talvborðini ímóti Brønshøj.
Harafturat kunnu vit kanska vóna at kunna pynta eitt sindur meira uppá støðuna, soleiðis at kanska kunnu koma uppá eitt fimta pláss. Trý umfør eru eftir at leika.

Støðan er hendan:

1.Helsinge24,5 stig
2.Skolerne20,0
3.K 4119,0
4.Brønshøj16,0
5.SK 196816,0
6.Føroyar14,5
7.Nørresundby9,5
8.Århus8,5


Eitt sindur um Brønshøj
Brønshøj hevur sum sagt eitt javnt sterkt lið. Úrslitini hava verið javnt góð. Vert er tó at leggja til merkis, at Brønshøj tapti 5-3 ímóti K41, sum føroyingar fingu javnt ímóti. Hinvegin tapti Brønshøj bert 3,5 - 4,5 ímóti donsku meistarunum frá Helsinge - Føroyar taptu 1-7 móti teimum.
Samanumtikið er Brønshøj favorittar at vinna sunnudagin, um metast skal út frá styrkitølum og úrslitum higartil í 1.deild. Væntaða úrslitini undan dystinum gevur Brønshøj 4,81 og Føroyum 3,19 stig. Um vit fáa 4,0 stig til høldar má tað sigast at vera nøktandi.

Ovaru borðini
Stórmeistarin á føroyska liðnum, Einar Gausel, hevur enn ikki tapt nakað talv í kappingini. hesaferð fær hann aftur ein stórmeistara ímóti sær, svian Tiger Hillarp-Persson. Tiger, sum leikar við kollfirðingum í heimligu liðkappingini, búði tveir vetrar í Kollafirði, har hann vandi teir ungu telvarnar í Kollfjarðar Talvfelag. Tigarin hevur verið eitt sindur tannleysur higartil - tapt tvey talv, eitt javn og bert vunnið eitt fyri Brønshøj. Ikki nakað sermerkt vánaligt úrslit tá mótstøðan hevur verið hørð; tríggir út av fýra mótstøðumonnum hansara hava verið stórmeistarar. Olaf Berg vann á Tiger seinasta vikuskifti í føroysku liðkappingini, so vónirnar um at Einar kann hála eitt heilt stig heim eru góðar.
Á øðrum borði sleppur Nikolaj Borge á føroyska liðnum eisini at telva ímóti einum telvara, sum er sera væl kendur í føroyska talvheiminum. Kim Pilgaard hevur telvað í Føroyum seinastu tvey árini, hann vann m.a. 1st Klaksvík International í 2002. Eitt spennandi talv á øðrum borði, har Pilgaard við hvíta fólkinum kanska hevur favorittrolluna.
John Arni Nilssen á triðja borði hittir stórmeistaran Carsten Høi. Teir báðir hava áður telvað fleiri ferðir ímóti hvørjum øðrum og John Arni hevur eisini vunnið fleiri ferðir á Carsteni. John Arni er væl sterkari, tá ið hann telvar við hvítum, so vónirnar eru góðar. John Arni hevur meira í rating enn stórmeistarin hinumegin borðið, men orsakað av lestri hevur talv verið eitt sindur í bakgrundini í seinastuni hjá skopuninginum. Ein javnleikur vildið verið nøktandi.
Flóvin Tór Næs á fjórða borði fær góða vinmannin, Torbjørn Bromann, yvirav sær Teir hava kenst frá norðurlandakappingum síðan teir vóru heilt smáir, eins og teir gingu á Tjele Efterskole saman. Bromann hevur havt stóra framgongd í seinastuni og í november ognaði hann sær sín næsta IM-norm. Við hvítum má Bromann metast sum favorittur, men tó kann alt henda, eftirsum teir kenna snildirnar hjá hvørjum øðrum væl.

Niðaru borðini
Stórur saknur er í Heina Olsen, sum vegna eina kapping í Norra, ikki verður tøkur sunnudagin. Gleðiligt er kortini at síggja, at Heini telvar væl í løtuni, og hevur 2,5 stig av 3 í norsku IM-kappingini.
Eyðun Nolsøe tekur sessin á fimta borði, og tað er ikki ein og hvør klaksvíkingurin møtir; 61 ára gamli IM Bjørn Brinck-Claussen hevur mangan umboðað Danmark á talvolympiadum, hevur vunnið DM nakrar ferðir og hevur í longri tíð ligið trygt millum 23-2400 í rating. Um Eyðun fær hálva stigið, verða vit vælnøgdir.
Carl Eli N. Samuelsen fær svarta fólkið móti einum støðugum 2250+ telvara, og somuleiðis okkurt stigið til føroyska liðið á 6. borði, er kærkomið.
Maðurin, ið saman við Flóvini, bjargaði føroyska liðnum javnleik móti K 41 í 4. umfari, Heini Danielsen, mannar hesaferð 7. borð. Við hvíta fólkinum kann Heini saktans vinna á einum 2200-telvara. Ikki verður tað lætt hjá Pól Martini Hansen sunnudagin á 8. borði. Yvir 400 ratingstig er á muni millum kollfirðingin og danan.

Væntaðu liðuppstillingarnar:

FøroyarBrønshøjVæntað scora
1Einar Gausel2525Tiger Hillarp-Persson25120,52
2Nikolaj Borge2408Kim Pilgaard24590,43
3John Arni Nilssen2426Carsten Høi23880,55
4Flóvin Tór Næs2337Thorbjørn Bromann23230,52
5Eyðun Nolsøe2227Bjørn Brinck-Claussen23490,34
6Carl Eli Nolsøe Samuelsen2194Jacob Carstensen22800,38
7Heini Danielsen2165Nicolaj Lars Palm22620,37
8Poul Martin Hansen1848Morten Lund Ligaard22530,08
samlað3,19