Skerjingar raka tey brekaðu

Pedagogfelagið finst at, at sparingarnar á fíggjarlógini í stóran mun raka fólk, ið bera brek. Á fundi millum álitisfólk hjá pedagogfelagnum hevur felagið í dag orðað eitt skriv, har funnist verður at teimum skerjingum, sum eru framdar á fíggjarlógini. Skerjingar sum sambært Pedagogfelagnum fyrst og fremst raka tey, ið bera brek.

- Hvussu ber tað til, at spara á einum øki, ið longu er niðurpínt? Støðan á bústovnum og sambýlum fyri menniskju, ið bera brek, er longu, sum nú sera álvarslig. Manglandi raðfesting í fleiri ár hevur verið eyðkenni ? og samtykkir Føroya Løgting nú at sparast skal 0,75% í 2010. Stovnarnir hava ikki meira at taka av. Andsøgnin er fullkomin. Føroya Løgting góðkendi ST-sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, so seint sum í summar, men henda skerjing er ikki í trá við henda sáttmála.

- Vit mugu tí staðiliga heita á avvarðandi myndugleikar um at broyta hesa avgerð. Hetta eru menniskju tað gongur útyvir, og ikki bert nøkur tøl, sum skulu snøggast til, skrivar felagið í yvirlýsingini.