Komandi ár verður tvífalt so dýrt hjá pápum at eiga børn, sum ikki búgva heima.
Tað er avleiðingin av lógaruppskoti, sum Páll á Reynatúgvu landsstýrsimaður hevur lagt fyri løgtingið. Sostatt ger hann eina roynd afturat at taka stuðulin til uppihaldspening av. Seinast gekk illa, tí ein av hansara egnu atkvøddi ímóti, og við tepra meirilutanum hjá samgonguni koppaði atkvøðugreiðslan til fyrimuns fyri andstøðuna, sum øll er ímóti.
Finnur Helmsdal, ið tá var á tingi sum varamaður, er farin úr politikki, og tí er Rói Egholm komin á ting sum varamaður í hansara stað. Tískil skuldu líkindini verið góð fyri, at tað hesaferð fer at eydnast Pálli á Reynatúgvu at fáa uppskotið ígjøgnum.
Uppskotið fer sostatt at kosta pápunum, sum eiga børn uttan fyri sítt heim. Higartil hava teir fingið helvtina av útreiðslunum til síni børn endurgoldnar, og tað er tann stuðulin, sum dettur burtur. Men tað fer eisini at raka tey, sum fáa uppihaldspeningin. Tað vil siga mammurnar, ið eru um børnini, og í síðsta enda børnini, sum peningurin er ætlaður til.
Økið verður umsitið av donskum myndugleikum, og Ríkisumboðið og Civildirektoratet hava fingið tað til ummælis. Tey hava gjørt greitt, at lógaruppskotið fer at hava við sær, at nýggjar vegleiðingar fyri áseting av uppihaldspeningi til hjúnafelagar og børn undir 18 ár verða gjørdar fyri Føroyar soleiðis, at ásetingin fer at lækka.
? Tað ger seg serliga galdandi fyri áseting av uppihaldspeningi til hjúnafelagar og eitt lækkað barnagjald. Hetta merkir, at tey, ið fáa uppihaldspening, verða verri fyri fíggjarliga ? hvussu nógv er óvist, sigur Páll á Reynatúgvu í viðmerking til uppskotið.
Uppskotið hevur annars við sær eina beinleiðis sparing fyri landskassan á umleið 8 milliónir krónur árliga, sum longu eru íroknaðar fíggjarlógaruppskotið fyri 2004.
Metta útreiðslan í 2003 er 7,8 mió kr. Útreiðslurnar til stuðul til uppihaldspening kunnu tó gerast nógv størri í 2003, um fleiri uppihaldsskyldug velja at gjalda eftirstøðu sína nú, meðan tey hava ein lógarfestan rætt til at fáa stuðul til uppihaldspening. Eftirstøðan av barnapeningi, veittur í forskoti, var 36,6 milliónir krónur tann 1. oktober 2002.
Um øll eftirstøðan varð afturgoldin nú, og øll uppihaldsskyldug høvdu søkt um stuðul til uppihaldspening, áðrenn ov seint var, høvdu útreiðslurnar á hesi kontu í 2003 kanska hækkað við 18 milliónum krónum. Mett verður kortini ikki, at hetta er sannlíkt, av tí at tølini fyri 2003 ikki vísa stóra hækking í útreiðslunum, hóast ætlanin hevur verið at avtaka lógina um uppihaldspening í 2003.
Sambært uppskotinum dettur uppihaldsstuðulin burtur frá 1. januar 2004.