Skerdir fuglfirðingar stríðast fyri gullinum

Tað eru tveir partar á aldukambinum, sum bresta saman í Fuglafirði í dag. ÍF spælir fyri at vinna gull, og HB stríðist fyri at halda Europa vegnum opnum

ÍF hevur tryggjað sær silvurmerkini og harvið bestu endastøðu síðani 1979. Um silvurið skal verða vekslað við gullmerkini, so er fyrra treytin tann, at NSÍ fær stig ímóti EB/Streymi á útivølli. Hin treytin er, at fuglfirðingar vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti HB. Fyrru treytina fær ÍF einki gjørt við, og seinnu treytina verður tað stórt tak at fáa bilbukt við.

Felags fyri ÍF og HB er, at tað leingi hevur gingið sum eftir ánni. HB hevur vunnið sannførandi sigrar tríggjar tær seinastu ferðirnar, og tað hevur verið uppaftur meiri sannførandi hjá ÍF. Einasti hálvi kiksarin í nógvar mánaðir var, at tað ikki eydnaðist at fáa meiri enn málleysan javnleik burturúr á útivølli ímóti B68. Tað kann fara at vísa seg at verða munurin á gulli og silvuri.

Hjá ÍF kemur tað illa við, at miðverjin Høgni Zachariassen, sum man vera ársins spælari í Fuglafirði, ikki er tøkur, og at framrættaði Thomas Asmussen er skaddur.

Eftir at HB leingi var í vónleysari støðu, hevur tað seinastu vikurnar roynst so mikið væl, at nú er tað upp til HB sjálvt at gera av, um sigursvanda liðið og stolta felagið skulu tryggja sær rættin at taka lut í europeisku kappingini næsta summar. Tað er møguleiki fyri, at tað í dag er nóg mikið við javnleiki fyri at røkka europeisku atgongumerkjunum, men um tað bara skal vera upp til HB at gera av, so er neyðugt at vinna fulla úrtøku.

Merkisvert er tað, at hvørki HB ella ÍF haval boðað frá, hvør verður venjari næsta kappingarár. Tað er harvið framvegis møguleiki fyri at ávikavíst Sigfríður Clementsen og Flemming Christensen eisini næsta ár fara at hava ábyrgdina av HB og ÍF, men tað er eisini møguleiki fyri, at setningurin seinnapartin verður tann seinasti hjá teimum báðum í feløgunum, sum teir í ár hava havt ábyrgdina av.

Einki hevur verið at frætt um tað enn, men tað er væl hugsandi, at toppskjúttin i EFFOdeildini Clayton Soares eisini næsta ár fer at umboða ÍF. Um tað í dag verður farvæl dystur fyri Jákup Mikkelsen í ÍF málinum og fyri Fróða Benjaminsen á HB miðvøllinum er ikki greitt, men tað tykist ikki vera óhugsandi.

Seinastu ferðirnar hevur ÍF havt takið á HB. Í 8. umfari vann ÍF 4-1 í Gundadali á HB, og í 15. umfari vann ÍF 2-0 á heimavølli ímóti HB.