Jenis av Rana
?????????????
Í skrivandi løtu er júst eitt ár og ein dagur liðin, síðani eg sendi ein innleggingarseðil á landssjúkrahúsið ? eina umbøn um innlegging av eldri kvinnu til viðgerðar av sjúku, sum dagliga voldir henni trupulleikar, ið avmarka rørsluførleika hennara.
Nakrar dagar seinri fekk kvinnan skrivliga váttan um móttøku av innleggingarseðlinum, men tá mánaðir liðug, uttan at nakað annað hendi, vendi hon sær til mín aftur, eftir mínum tykki hevði hon longu tá víst óvanligt tolsemi. Men tíðin skuldi vísa, at varð hon vónbrotin, so varð hetta bert byrjanin.
Tvær ferðir hevur hon fingið dagfesting fyri innleggingardagin, men báðar ferðir er hon svikin, í skrivandi løtu er innleggjanin sett til einaferð í septembur ? tá hevur hon sostatt bíðað í 15 mánaðir. Og meðan hon bíðar, versnar aktuelli livimátin og møguleikarnir fyri varðandi meini, sum sjálvt mest intensiva viðgerðin ikki megnar at bøta, økist dag frá degi.
Mens græsset gror....
Tá fjølmiðlarnir, eftir næsta samráðingarumfar millum føroyingar og danir, bóðu um viðmerkingar til úrslitið (ella rættari ? manglandi úrslitið), vísti eg Miðfloksins vegna á mótsøgnina í, at miðvíst varð arbeitt fyri risastórum yvirskoti í landskassanum, meðan samfelagið annars liggur í órøkt. Manglandi røktarpláss, metlangar bíðirøðir til barnaansing, niðurslitin strandferðslufloti, stongdar deildir í sjúkrahúsverkinum, vanrøkt av veikastu samfelagsborgarum okkara og so aktuella málið, sum bert er eindømi á økinum, alt sigur søguna um eitt stýri, hvørs arbeiðsførleiki, visiónir og ábyrgdarkensla tykjast slept uppá fjall ? um hesi í heila tikið vóru til staðar frá byrjan.
Høvuðsmálið ? fullveldið ? sum øll orka úrslitaleyst er brúkt uppá, er komið á gravarbakkan, samstundis liggur samfelagið annars í órøkt, og hevði Skaparin ikki so ríkiliga havt sent signing sína á leiðir okkara farnu árini, høvdu livimøguleikarnir óivað verið heilt burtur.
Tí ein innilig áheitan frá Miðflokkinum á landsstýrissamgonguna um at skriva út nýval skjótast til ber. Tað vildi gagnað ikki bert gomlu, sjúku kvinnuni, men samfelagnum sum heild ? ongin ivi um tað!