Skerd barnatænasta fær vanlukkuligar avleiðingar

Skal Barnatænastan skerjast við 1,2 mió. kann tað fáa vanlukkuligar avleiðingar. Tænastan hevur, sum er, ov lítið av peningi at røkja álagdar skyldur. Ført verður fram í fjølmilunum at Barnatænastan er hótt, og uppsagnir eru á veg

Tað, sum verri er, er at tað eisini fer at hava vanlukkuliga avleiðingar av tí, at vitjanirnar í heimum við smábørnum fara at fækka og kanska í ringasta føri detta burtur.

 

70% av øllum barnaverndarmálum verða fráboðaðar av barnatænastuni, og eru tað mál sum umsorganarsvíkur í sambandi rúsdrekkamisnýtslu, væntandi foreldraførleiki ella siðamisnýtsla, bert fyri at nevna nøkur dømi.

 

Barnatænastan hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð megna at sett heilsufrøðingar í øll økir í landinum, sjálvt um tað als ikki er nøktandi. Í fleiri økjum er enn bert talan um hálv størv í barna ella skúlaøkjum.

 

Tað eru 19.5 ársverk til 7700 skúlabørn (60 skúlar) pluss 5000 børn undir skúlaaldri, og enn eru tað bert børn frá 0 til 1 1/2 ár sum fáa heimavitjan av heilsufrøðingi, og síggja tey so ikki heilsufrøðingin aftur fyrr enn farið er í skúla. Børn á dagstovni ella dagrøkt fáa ikki hesa tænastu, uttan so at starvsfólk sum starvast við børnum kunnu fáa ráðgeving.

 

Tað er trupult at fáa sett heilsufrøðingar, tí tað eru fá starvsfólk við hesi serútbúgving í Føroyum og als ikki nøktandi játtan.

 

Tað er sera umráðandi, at Barnatænastan fær sett 2 størv um árið til tænastan er nøktandi, soleiðis at allar, bæði “skal og kann” uppgávurnar, verða røktar, sambært lóg og kunngerð, sum varð sett í gildi í november 2007, og ikki minst at fáa gjørt hagtøl fyri heilsustøðuna hjá børnum og ungum. At seta lógir og kunngerðir í gildi og ikki hava starvsfólk hongur ikki saman.

 

Vera nú økir uttan tænastu, meti eg at tað er rættuliga álvarsamt.

 

Barnatænastan hevur fingið nýggjar “skal” uppgávur á skúlunum.

 

Hetta er:

At ráðgeva lærarum og øðrum fakfólkum viðv. børnum við serligum tørvi

At hava eftirlit viðv. heilsu- og trivnaðarumstøðum á skúlunum

At hava eftirlit viðv. reinføri á skúlunum

At samskipað/samstarva við kommunulæknarnar, ið koma at møta skúlabørnunum í egnum kommunulæknahøli

At umsita tað samskipandi liðið millum Barnatænastu og lækna, fyrr skúlalækna. Hetta er m.a. kunning millum Barnatænastu og kommunulækna (er ásett í kunngerð, m.a viðv. at gera 3 faldarar)

 

Somuleiðis hevur Barnatænastan fingið nýggjar uppgávur at veita stovnum, sum veita tænastu til børn og familjur.

 

Hetta eru “kann” uppgávur, men av tí at hetta eru tænastur, ið heilsufrøðingar veita stovnum í t.d. Danmark og øðrum Norðanlondum, hava bæði fakfólk og foreldur væntanir til, at hendan tænasta verður veitt av heilsufrøðingunum.

 

Førleikin er, men fíggjarliga tilfeingið vantar.

 

Um Barnatænastan ikki kann veita fakfólkum, stovnum og skúlum hesa tænastu, hvar skulu tey so fáa hesa tænastu frá?

Tænastan til stovnar er tildømis:

Ráðgeving til starvsfólk viðv. børnum við serligum tørvi

Ráðgeving viðv. heilsu og trivnaði

Ráðgeving og eftirlit viðv. reinføri

Eftirlit viðv. heilsu og trivnaði

 

Við nýggju lógini og kunngerðini verða nógvar nýggjar tænastur kravdar. Barnatænastan kann ikki virka smbr. nýggju lógini, um verandi starvsfólkatal ikki verður økt. Ei heldur ber til at seta nýggju skúlalæknaskipanina í verk, um Barnatænastan ikki fær meiri tilfeingi.