Aftur í ár skipar Lions Club í Norðoyggjum saman við teirra lionessum fyri einari skemtifótbólts-kapping. Kappingin byrjar kl. 18.30 við skrúðgongu.
Sum øllum kunnugt, so byrjar Norðoyastevnan longu í dag. Nógv tiltøk verða allar dagarnar - bæði út og inni. Eitt tiltak, sum fyrstu ferð varð roynt síðsta ár, var ein fótbóltskapping millum flakakvinnurnar á Kósavirkinum og Roykivirkinum og millum kvinnurnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Norðoya Røktarheimi. Hetta tiltak fekk so mikið góða undirtøku, at fyrireikarnir aftur í ár hava gjørt av at skipa fyri hesari kapping.
Í stuttum tíðindaskrivi frá Lions Club verður sagt, at tiltakið byrjar í dag kl. 18.30. Tá fara allar kvinnurnar í skúðgongu frá parkeringsplássinum niðan fyri Klaksvíkar Sjúkrahús heim á fótbóltsvøllin. Fyrsti dysturin, sum er millum kvinnurnar á Kósavirkinum og Roykivirkinum byrjar kl. 19.00. Síðani spæla kvinnurnar á Sjúkrahúsinum og Røktarheiminum. Triði dysturin verður ímillum taparnar, og fjórði og seinasti dysturin verður millum vinnarnar.
Eftir kappingina fær vinnarin ferðasteyp handað. Síðsta ár vóru tað kvinnurnar á Norðoya Røktarheimi sum fór avstað við steypinum. Spennandi verður í ár, um tær aftur í ár fara at vinna hetta steyp. Eins og seinast er meiningin at fáa onkrar framstandandi persónar at verða linjuverjar og dómari.
Áðrenn og undir dystinum verða lutaseðlar seldir. Drigið verður beint eftir dystin. Allir peningurin sum inn kemur fer til vælgerðandi endamál.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.
Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.
Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.
Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Hans Pauli Strøm,
javnaðarmaður