Hugsar tú FCK, so hugsar tú nokk eisini Ståle Solbakken. Fyrrverandi norski landsliðsspælarin hevur í tveimum førum verið venjari hjá FC Keypmannahavn, men í dag er hann koyrdur, eftir at felagið hevur fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið.
Farna kappingarár tapti FCK í meistarastríðnum til FC Midtjylland. Í ár glapp Europa League bólkaspælið, og liðið hevur bara fingið fýra stig í fýra teimum fyrstu umførunum. Hóast Ståle Solbakken hevur vunnið átta meistaraheiti, fýra steypakappingar og ført liðið til bólkaspælið í Europa League og Champions League 13 ferðir upp á 15 ár, so verður hann í dag revsaður fyri ringu gongdina og er koyrdur.
- Hvør stórheitstíð hevur sín enda. Vit føla, tíðin er komin til at royna nakað nýtt og lata nýggjar kreftir koma inn og byggja víðari upp á grundarlagið, ið Ståle og hansara toymið hava bygt upp, sigur Bo Rygaard, formaður í FCK.
Ståle Solbakken var á fyrsta sinni venjari frá 2006 til 2011, og kom aftur til FCK í 2013, har hann hevur verið venjari síðani. Nýggjur venjari verður Hjalte Bo Nørregaard, meðan William Kvist verður nýggjur ítróttarstjóri.