Skelkandi vitan um kvinnukor á altjóða ST-degnum

Øll, sum vóru til tiltakið hjá Javnstøðunevndini og Demokratiu altjóða ST-dagin – leygardagin - mundu sita sum negld, tá Herdis Tórgeirsdóttir úr Íslandi vísti skelkandi tøl um korini hjá kvinnum og gentum í stóru verð. Siti enn við einum beiskum smakki í munninum. Nýtist okkum at vita alt hetta? Sjálvsagt! Um vit vilja broyta nakað, mugu vit kenna veruleikan. Og sannroyndirnar eg her nevni eru veruleikin hjá fleiri milliónatals gentum og kvinnum ymsastaðni í heiminum.

Sannroyndirnar eru millum aðrar hesar:
Av teimum sum eru svong, eru 7 av 10 kvinnur og gentur
Kvinnur eiga 1 % av heimsins virðum – hóast tær gera 66% av arbeiðinum
Nútimans trælahald er kvinnuhandil. Eisini í Íslandi og Danmark – hvussu er her?
Vandamiklasta stað hjá nógvum kvinnum er í egnum heimi: neyðtøka, harðskapur, siðamisbrot
Um konurnar eru neyðtiknar, ein so stór skomm í ávísum londum fyri mannin, at hann sleppur úr hjúnarbandinum
Menn vilja sleppa undan HIV, tí skal gentan teir eru saman við vera jomfrú. Tískil gerast genturnar yngri og yngri sum verða neyðtiknar

Hvussu hjálpa vit?
Hvat gera vit í Føroyum við alt hetta? Gott, at vit stuðla barnaheimum í stóru verð og verkætlan um bróstageving í menningarlandi. Men gera vit nóg mikið? Áttu vit ikki at veitt menningarhjálp í nógv størri mun enn vit gera í dag? Vit rinda eina nógv minni upphædd enn nógv onnur lond av bruttotjóðarúrtøkuni – harumframt hava vit eingi flóttarfólk í Føroyum.

Revsilógin
Hvussu er við rættartrygdini hjá útlendskum kvinnum, sum koma higar? Hvør hjálpir teimum? Kenna tær sínar skyldur og rættindi? Hava vit nóg góð tilboð til teirra, so tær læra málið?
Vit samtykkja broytingar í donsku revsilógini uttan himpr. Nakað av kjakið um §266 b – tað er jú obligatoriskt! Men veruligt kjak, at fyrihalda seg til serføroysk viðurskifti – hvussu fyribyrgja kvinnuhandli her? Hvussu fyribyrgja vit harðskapi her? Er danska loysnin altíð tann rættasta her hjá okkum?
Um vit ikki bert samtyktu broytingar, í eitt nú donsku revsilógini, men høvdu okkara egnu revsilóg, tá høvdu vit kjakast, sett spurnaðartekin og ment tann lógarkarmin, sum er hin hóskiligasti og skilabesti her hjá okkum, heldur enn bert at at samtykkja allar tær donsku broytingarnar og halda væl standa til.

Integratión
Útlendingaøkið skal sambært samgonguskjalinum takast heim um gott eitt ár. Øðiliga lítið – um nakað - hevur verið at hoyrt um hetta mál, nú heimtøkan nærkast av álvara. Alt ov ofta halda vit, at bara vit samtykkja donsku lógirnar, so er væl vorðið. So er ikki – og danski integratiónspolitikkurin er als einki at spegla sær í! Har hava útlendingar verið í ártíggju, sum framvegis hvørki duga málið ella megna at fara til handils sjálvi. Arbeiðssamleikin og sjálvsvirðingin eru knúskað, tí eingin hevur sett krøv ella víst teimum álit. Hvussu ætla VIT at fáa útlendingar, sum koma higar at trívast og mennast í føroyska samfelagnum? Hvussu ætla vit at taka ímóti teimum? Hvørji krøv ætla vit at seta? Hvussu skapa vit teimum virðilig kor? Hvørji krøv og skyldur skulu vera? Hvørji tilboð og krøv í mun til mál, mentan og kunning um føroyska samfelagið?

Vælvitandi at hópurin av útlendskum kvinnum trívast, liva og hava tað gott í føroyska samfelagnum, eru eisini fleiri útlendskar kvinnur, sum á hvøjrum ári fáa hjálp í Kvinnuhúsinum. Tað er ein veruleiki, at allar útlendskar kvinnur ikki liva væl her. Tað mugu vit taka í størsta álvara. Seta orð á og skapa røttu karmarnar. Trupulleikarnir hvørva ikki, um vit lata eyguni aftur fyri teimum. Tvørturímóti.