SKEIVUR: Talan er um eina heilt serstaka leiklistarliga uppliving, og tað er hon av fleiri orsøkum. Í føroyskum samanhangi kennist hon slóðbrótandi. Á Tjóðpallinum kennist hon sum ein nýggj byrjan. Hjá áskoðaranum kennist hon so verulig, at hon næstan yvirhálar lívið sjálvt. Hon er beint her og nú, tú ert við í søguni, og søgan verður ein partur av tær, tá tú hevur upplivað hana. Har er eingin frástøða millum teg og leikararnar – hvørki kropsliga, málsliga ella kensluliga. Tey skumpa, rópa, dansa, brúka sínar kroppar, sínar røddir, sítt egna mál, og tey noyða teg at merkja allar kenslur saman við teimum. Tú sleppur ikki undan. Tú kanst ikki krógva teg. Tú ert noyddur til at lata ungdómliga lívsmáttin floyma ígjøgnum teg. Tey flestu koma nervøs og smæðin inn men fara upplyft og smílandi útaftur, ríkað við djypri kenslum, fatan og innliti. Tað er ein gáva.
Lesið fulla ummælið eftir Trygva Danielsen í Sosialinum, sum kemur út í handlarnar í morgin.










