“Kvinnustørvini” og arbeiðsumstøðurnar

Tað eru ikki allar kvinnur, sum arbeiða við heilsu- og umsorgan, men flestu starvsfólk á tí økinum eru kvinnur. Eg ímyndi mær, at tað er ein fyrimunur fyri øll arbeiðspláss, at hava eina góða blanding av kvinnum og monnum í starvsfólkahópinum, og onkuntíð spyrji eg meg sjálva, hví tað eru so fáir menn í “kvinnustørvunum”?

 

  • Er tað lønin?
  • Eru tað arbeiðstíðirnar?
  • Er tað sálarliga arbeiðsumhvørvið?
  • Er tað virðingin fyri arbeiðinum?
  • Status?
  • Ella okkurt heilt annað?

 

Fólk, sum arbeiða í røktini, siga seg ofta vilja gera mun. Og tað sleppa tey at gera hvønn einasta dag. Men tað átti ikki at verið so illa lønt at gera mun við síni fakligheit, sum tað er hjá fleiri av starvsbólkunum á økinum. Sum um tað ikki var nóg mikið, at lønin er lutfalsliga lág, so letur tað seg illa gera, at arbeiða fulla tíð á, t.d. eldraøkinum, og tað ávirkar uppspardu eftirlønina í ólukkumát. Í trískiftisvaktum, sum eru grundleggandi arbeiðstreytir í flestu røktarstørvum, er tað beinleiðis ólógligt at arbeiða fulla tíð, og tað er ikki OK. Orsøkin er, at tað er ómøguligt at halda lógina um hvílitíð, tá tú arbeiðir 40 tíma skiftivaktir.

 

Farna samgonga setti sær fyri at stytta arbeiðsvikuna. Eg haldi, vit eiga at fokusera upp á tey, sum arbeiða í vaktarbeiði og bøta um teirra møguleikar at arbeiða fulla tíð. 

 

Verði eg vald, verður hetta eitt av málunum, eg fari at arbeiða fyri.