Skeivt at spara á almannaøkinum

Marjun Nielsen, sálarfrøðingur í Sernámsdeplinum, metir avgerðina um at spara á almannaøkinum vera skeiva. Tað skal slett ikki sparast, hvørki á almannaøkinum, skúlaøkinum ella heilsuøkinum, og slett ikki í ringum tíðum.


- At broyta nakað sum riggar er skeivt. Ein stovnur við bert trimum brúkarum er dýrur at reka, men heldur enn at niðurleggja hann, áttu fleiri fólk við Aspergers syndromi, at gjørt brúk av honum. Eg havi leingi saknað ein stovn fyri tannáringar við Aspergers syndromi ella autismutrekkum. Summi av teimum búgva heima, sjálvt um familjan ikki megnar at taka sær av teimum. Tí er tað spell, at mann letur aftur ein stovn, sum tað frammanundan eru ov fáir av, sigur Marjun Nielsen, sálarfrøðingur í Sernámsdeplinum.

Fólk við Aspergers syndromi eru ymisk. Líka sum vit onnur eru ymisk. Nógv fólk við Aspergers syndromi ganga millum okkum, og er tað rættiliga nýtt at mann er farin at diagnostisera. Tað eru ymiskar gradir av Aspergers syndromi, og er talan um døgntilboð, er ofta talan um tilburðir í tyngra endanum.


Dysfunktión, ikki sjúka

- Aspergers syndrom er eitt víðfevnt menningarólag. Talan er um eina dysfunktión og ikki eina sjúku. Tað er eitt slag av autismu, men í lættara endanum, greiðir Marjun Nielsen frá.

Àður helt mann, at fólk við Aspergers syndromi, ikki ynsktu sosialt samband, men vildu vera fyri seg sjálvan. Í dag sigur mann, at tey flestu ynskja sosialt samband, men duga tað ikki so væl. Teirra innlivingarevnið er skert, og tey eru konkrethugsandi. Fólk við Aspergers syndromi hava skerdar eginleikar at síggja inn í seg sjálvan, at seta seg inn í støðuna hjá øðrum ella at síggja seg sjálvan uttanífrá. Fólk við Aspergers syndromi eru ofta gløgg. Tað, sum tey ikki hava intuitivt, tvs. eginleikar, sum ein verður føddur við, kunnu tey læra via sín intelligens og røttum pedagogikki.


Droppi sparingar

Fólk við Aspergers syndromi sermerkja seg ofta við, at tey ganga høgt upp í síni seráhugamál, sum tey verða uppslúkt av. Tá onnur ikki halda hesi seráhugamál verða líka spennandi, sum tey halda, trekkja tey seg ofta frá øðrum fólki.

Fólk við Aspergers syndrom hava tað ofta best saman við øðrum fólki við Aspergers syndromi ella saman við vaksnum fólki. Tí vaksin taka atlit til børn og vaksin við Aspergers syndromi. Fólk við Aspergers syndromi og menningartarnað hava lítið annað til felags enn tørvin á stuðli. Báðir partar hava nokk torført við at skilja hvønnannan.

Fólk við Aspergers syndromi hava tørv á tryggum føstum kørmum, og tola illa broytingar. At missa sítt heim er álvarsligt og er ein stór broyting.

- Tey, ið vara av økinum, mugu spara og sparingar raka altíð onkran. Tí haldi eg, at tað er skeivt, at mann yvirhøvur velir at spara á almannaøkinum. Eitt øki, sum frammanundan er illa spert. Mann skuldi heldur roynt at bygt økið upp við fleiri sertilboðum. Tað skulu fleiri pengar til, men eg haldi ikki, at slagið er vunnið, fyrr enn sparingar á økinum eru droppaðar, sigur Marjun Nielsen, sálarfrøðingur.