Skeivt at slaka fyri Taleban

- Tað var skeivt av Suðurkorea at tingast við Taleban um gíslarnar. Tað høvdu vit ikki gjørt, sigur týski kanslarin

Angela Merkel er sera misnøgd við, at suður­kore­anska stjórnin játtaði at ting­ast við Taleban um teir suð­urkoreonsku trú­boðararnar, sum Taleban burturflutti í Afghanistan.

- Taleban hevur eisini burtur­flutt ein týskan verk­frøðing, men suður­kore­anska framferðin fær ikki okkum at broyta manna­gongd, sigur Angela Merkel við týskar fjølmiðlar í dag.

Hon er ikki einsamøll um misnøgdina. Kanadiski uttan­­ríkisráðharrin, Maxime Bernier, sigur við BBC, at avgerðin hjá suður­kore­onsku stjórnini at slaka fyri Taleban fer uttan iva at elva til fleiri burturflytingar í Afghanistan.

Suðurkoreanskir fjøl­miðl­ar skriva í dag, at stjórnin hevur goldið Taleban tvær mió. dollarar í loysigjaldi fyri teir seinastu 19 gísl­arn­ar. Tilsøgnin um at taka teir suðurkoreonsku her­menn­in­ar úr Afghanistan í hesum árinum hevur minni týdn­ing, tí tað ætlaði Suðurkorea at gera kortini, skriva suður­koreoonsk bøð í dag.