Skeivt at kopiera Danmark

- Tað er absurd at hava ein stovn, sum hevur tvær-tríggjar sakir um árið, sigur Bárður Larsen um fyrisitingarliga bygnaðin, sum er avritaður úr Danmark.

Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, heldur tað vera absurd, at eitt so lítið samfelag sum Føroyar fyrilitarleyst hevur avritað bygnaðin av fyrisitingarligu stovnunum í Danmark og flutt hann á føroysk viðurskifti. Støddarlutfalli Føroyar og Danmark ímillum er 1 til 115, og hetta tykist ikki hava verið tikið til eftirtektar, tá ið Føroyar hava skipað sínar fyrisitingarligu stovnar, heldur hann.

 

- At man skal læsa seg upp á tann danska strukturin er so inngrógvi, at man reflekterar ikki eingongd yvir, at tað er absurd at hava ein stovn, sum hevur tvær-tríggjar sakir um árið. Tað gevur ikki meining í støddarlutfallinum 1-115, sigur løgfrøðingurin.

 

Tað riggar í Danmark

Hann vísir á, at í Danmark hava eitt nú kærustovnarnir áleið 50 løgfrøðingar í starvi umframt hópin av førleikasterkum nevndarlimum, sum skapar ein vælfungerandi, tryggan og sterkan fyrisitingarligan stovn. Tá ið sami bygnaðurin verður beinleiðis avritaður til føroysk viðurskifti, so verður ein óneyðug spjaðing av starvsfólki umframt eitt óheppið uppbýti av stovnum, sum ger einstøku stovnarnar veikari, av tí at starvsfólkini og arbeiðsuppgávurnar verða so fáar í tali.

 

- Tað versta er, at tá ið tað verða so nógvir fyrisitingarligir stovnar, so verða arbeiðsuppgávurnar eisini ógvuliga spjaddar. Tað merkir, at eitt nú Umboðsmaðurin og Kærustovnurin verða tveir sjálvstøðugir stovnar, sum í roynd og veru gera sama arbeiði, men handfara ógvuliga fá mál hvør í sær. Við so lítlari arbeiðsbyrðu, fáa starvsfólkini ringt við at menna røttu førleikarnar at umsita stovnin, sigur hann.

 

Vantandi førleikar

Sambært løgfrøðinginum, so er ein størri arbeiðsbyrða nevniliga ógvuliga týdningarmikil fyri at menna førleikarnar á einum stovni at viðgera ávís mál á rættan hátt.

 

- Ein føroyskur fyrisitingarligur stovnur, sum til dømis Javnstøðunevndin, viðger kanska tvey-trý mál um ári, meðan tilsvarandi danski stovnurin handfer eini 200-300 mál um ári. Altso er danski stovnurin væl fyri at arbeiða sær upp eina ekspertisu, tí har skal ein ávís saksmongd til, fyri at fáa ein kompetentan stovn. Tað hava vit ikki í Føroyum. Ein kærumyndugleiki, sum bara hevur nøkur fá mál um ári, hann mennir ikki nakra kompetansu, sigur Bárður Larsen.

 

Fyri hann er tað eyðsæð, at man í Føroyum hevur kroyst eina skipan, sum er ætlað einum munandi størri landi, omanyvir eitt lítið samfelag.

 

- Tekur man stjórnarráðini, so sær man, at tað kemur fyri, at fleiri deildir og deildarstjórar eru undir einstøku ráðunum, og á onkrari deild eru bert tvey starvsfólk. Hetta er nakað, sum verður legitimerað við at vísa til danska departement strukturin. Tað gevur bara ikki meining í mun til arbeiðsbýtið. Heldur átti man at skipað stovnin við einum stjóra og fløtum strukturi, har øll starvsfólkini svaraðu til sama stjóra, sigur hann.

 

Mugu verða tilvitað fyrst

Hóast ovurstóra talið av fyrisitingarligum stovnum og deildum undir stovnunum er ein eyðsæddur trupulleiki í eygunum á Bárði Larsen, so tykist tað ikki at vera nakað, sum verður umrøtt í Føroyum.

 

- Fyrst og fremst mugu føroyingar gerast tilvitaðir um trupulleikan, fyri at koma trupulleikanum til lívs. Sum er, haldi eg ikki, at føroyingar eru tilvitaðir um hendan trupulleikan. Koma vit hartil, at trupulleikin verður viðurkendur, so kann man byrja at leggja stovnar saman, sum innlýsandi gera tað sama arbeiði, har stovnarnir eisini fóru at gerast meira kompetentir við einari samanlegging, sigur Bárður Larsen.

 

Hoyr alla samrøðuna við Bárð Larsen við at trýsta á pílin undir myndini