Í Føroyum plaga vit at ynskja fólki »góða ólavsøku«, men tað gera vit á ólavsøku. Hóast tað helst var í bestu meining, so ynskti Fólkatingið føroyinum »tillukku« við ólavsøkuni í morgun – ein mánað ov tíðliga.
Grønlendska blaðið Sermitsiaq.AG hevur – eins og fleiri danskir miðlar borið tíðindin um brølaran hjá Fólkatinginum, eftir at danska tíðindastovan Ritzau endurgav søguna, sum var á in.fo í morgun.
Grønlendski miðil hevur vent sær til Fólkatingið at fregnast. Og har vátta tey søguna.
– Tað er rætt, at Fólkatingið í dag á Facebook av óvart kom at ynskja Føroyum tillukku við tjóðardegnum ein mánað ov tíðliga. Uppslagið varð tikið burtur eftir umleið 10 minuttum, siga tey frá samskiftisdeildini í Fólkatinginum við Sermitsiaq.AG.











