Tá ið maðurin, sum skar ein annan mann í hálsin, var í rættinum mánadagin, var ein frágreiðing um persónligu viðurskifti hansara lisin upp.
Har stóð millum annað, at í barndómsheimi hansara var nógvur harðskapur, tunglyndi og drekkarí.
Har er okkum skeivt komið fyri, siga systkinini hjá manninum.
- Vit eru uppvaksin í eini trúgvandi familju, við einari mammu og einum pápa sum hava gjørt sítt fyri at byggja eitt trygt heim.
Ein systir sigur, at tann, sum er komin við hasum, antin veit einki um barndómin, ella sigur viðkomandi ikki sannleikan.
- Tí er tað nakað, eg kann siga við fullari vissu, og nógv við mær, so er tað at alkohol aldrin hevur funnið stað heima hjá okkum. Vit hava ongantíð havt drukk sum ein part av dagligdegnum sum børn. Bæði pápi og mamma mín nerta tað ikki.
Systirin sigur, at einki av systkinunum nakrantíð er bukað, men tey vórðu onkuntíð flongd, sum ikki var óvanligt fyrr.
Sambært systrini hevur dømdi maðurin ADHD. Hann hevur verið so óheppin ikki at finna útav tí, fyrr enn hann var vaksin, og tað hevur verið við til at føra hann út í rúsevnismissnýtslu. Hetta hevur ført til rúsevnir, drukk og harðskap í hansara tannárum og vaksmannalívi, men ikki í hansara barndómi.
- Tíanverri er tunglyndi nakað, sum av góðum orsøkum kom inn um gáttina hjá okkum, men ikki fyrr enn seinastu fýra árini, og als ikki áðrenn tað.
Tó skal eg ikki gera familju mína fullkomna, tí tað er hon ikki. Eg vil bara ikki, at mamma og pápi mín skulu verða løgd undir tað, sum sagt er. Tí tað er alt annað enn satt, sigur systirin.
(evt knívmyndina frá mánadagsblaðnum)










