Jóhan Jógvansson, bóndi í Dúvugørðum í Saksun, sigur, at í verandi løtu fær hann enn ikki selt sínar vørur í handlum í Føroyum.
Hóast login bleiv broytt, ið skuldi loyva bóndum at selja sína heimaframleiðslu, so er lógin sambært Jóhan Jógvansson ikki nóg væl gjøgnumførd.
- Trupulleikin í málinum er, at heimaframleiðsla er skeivt lýst. Tað er lýst soleiðis, at tú má framleiða tað á eini ogn, ið tú eigur. Í mínum føri, har tað verður sent til Hósvíkar at slaktast, kann eg ikki selja vøruna, tí eg eigi ikki ognina, sigur Jóhan Jógvansson.
Jóhan Jógvansson sigur, at tá málið var til hoyringar ynsktu nógvir, at halda fast í løggildingini, so kundu teir, sum vildu gera nakað seriøst við tað gera neyðugu íløgurnar í til dømis ein løggildan hjall. Í núverandi støðu, har heimaframleiðsla skal fara fram á ognini hjá framleiðaranum, er tað til fyrimuns fyri teir, ið hava seyðabrúk sum frítíðarítrív og ikki hjá teimum, sum liva av tí. Tá tað eru so stórar nøgdir, at tað ikki gerst møguligt at fletta í kjallaranum, tá er tað heldur ikki møguligt at selja vøruna, tí hon er framleidd á eini aðrari ogn.