Skeiv barnauppaling elvir mismun

- Vit verða ikki føddar kvinnur. Vit verða uppaldar til at vera kvinnur, segði Durita Holm, antropologur í fyrilestri um javnstøðu og siðvenju í Norðurlandahúsinum mánadagin.

Javnstøðulógin 10 ár

Ivast nakar í, um vit gera mun á lítlum gentum og lítlum dreingjum, er bara at fara inn í nærmasta leikuhandil. Hyllarnar við leikum til dreingirnar eru á tremur við djørvum krígsmonnum og vandamiklum flogførum. Til genturnar lokkar ein verð, full av ljósareyðum prinsessum og fittum, smáum støvsúgvarum og miksarum. Hetta er heimurin, foreldur leiða sína børn inn, tá tey skulu uppalast til at verða raskir menn og góðar konur. Tí soleiðis plaga vit at gera - tað hevur siðvenjan lært okkum.
Men sambært Duritu Holm bendir alt á, at okkara ímynd av røttum monnum og góðum konum er skapað út frá einum ivasomum, siðbundnum hugburði um, hvussu hesir leiklutir eiga at spælast. Einum hugburði, sum mest av øllum er merktur av fordómum, vit øll er við til at halda lív í.

Hvat er ein kvinna?
Vanliga tosið ímillum fólk um munir á kvinnum og monnum, sum verða sagdir at vera nátúrligir ella enntá viðføddir, hevur altíð órógvað Duritu.
- Uttan at blunka, ganga vit og siga slíkt, sum at kvinnur hava tað í sær at vera umsorganarfullar ella duga væl at gera fleiri ting í senn. Menn hava hinvegin ein íbornan myndugleika yvir sær og eru meir framsøknir. Hesir pástandir verða endurtiknir uppá ein máta, so at teir sum frá líður verða góðtiknir sum ævigir sannleikar. Og ævigir sannleikar kunnu altíð brúkast sum grundgeving fyri at verja tað verandi og soleiðis forða fyri broytingum, segði Durita.
Durita tengdi hetta saman við antropologiskum kanningum, sum høvdu sum endmál, at svara spurninginum: Hvat eyðkennir eina kvinnu frá nátúrunar hond? Eftir 30 ára arbeiði kundu granskarar bert koma til ta niðurstøðu, at tað ikki ber til at staðfesta nakað alheimsgaldandi fyri kvinnur yvirhøvur.
- Veruleikin er, at eins nógvar ymiskar mentanir, ið finnast kring heimin, eins nógvar ímyndir finnast av, hvussu ein kvinna eigur at vera. Okkara avmarkaðu, vesturlendsku niðurstøður eru í besta føri bara skeivar, í ringasta beinleiðis skaðiligar.

Bláoygd grundgeving.
Mest vanliga grundgevingin fyri, hví so fáar kvinnur eru politikarar ella stjórar, er at tær tíma ella vilja ikki.
- Hetta er ein alt ov løtt og bláoygd forkláring, sum ikki vil síggja í eyguni, hvussu vit frá barnsbeini av uppala gentir og dreingir heilt ymiskt. Ikki bara við at geva teimum ávísar leikur ella mátanum, vit fara við teimum. Men heilt grundleggjandi við teimum virðum, vit leggja niður í tey. Dreingir verða eggjaðir til at vera sterkir, villir og at bróta mørk, meðan vit framvegis vænta av gentum, at tær fyrst og fremst eru ídnar, fittar og fólkaligar. Tað er tað sum so, heldur onki galið í. Trupulleikin er bara, at verandi samfelagsskipan framvegis byggir á siðbundin mannlig virði, og at stjórastørv ikki verða sett eftir, hvussu fitt og fólkalig tú ert. Tá so fáar føroyskar kvinnur eru í politikki, er tað tí, tær ikki hava lært at tíma og tora tað. Vit vænta tað ikki av teimum, og tí vænta tær tað heldur ikki av sær sjálvum.
- Sjálvandi eiga vit tilvita at royna at broyta samfelagsskipanina, so hon rúmar fleiri ymiskum hugsunarhættum og eginleikum. Men broytingin eigur eisini at koma frá okkum sjálvum. Ongin sigur, at lítlar gentur og lítlir dreingir eru líka, men mammur og pápar, ommur og abbar eiga í nógv størri mun at hyggja at teimum, sum ein bólkur av børnum, sum ikki eru ymisk vegna kyn, men tí tey eru einstaklingar. Einstakligar, sum hava somu rættindi, og sum skulu sleppa at hava somu ambitiónir. Hetta er ikki bara okkara skylda mótvegis fólkaræðinum, men eisini mótvegis tí mannarættindastríðnum, sum hevur tryggja okkum rætti til frælsi og javnstøðu, segði Durita.

Vandamikil feminisma
Durita var ein av seinastu fyrilestrahaldarnum, og hon var neyvan tann einasta, sum hevði varnast, at orðið feminisma als ikki hevði verið nevnt á ráðstevnuni. Hetta skilti hon væl, og sjálv hevði hon rættiliga tvíbýttar kenslur við at nýta hugtakið.
- Feminisma hvílir á teirri treyt, at kvinnur hava færri rættindi og møguleikar enn menn í samfelagnum. Ein logisk niðurstøða av eini slíkari áskoðan er at fata kvinnur sum offur. Vandin við hesum er, at jú oftari tú fortelur eini kvinnu, at hon er offur, tess meir sannlíkt verður tað, at hon fer at trúgva uppá tað. Í staðin fyri at forða eini óynsktari støðu, endurskapa vit hana.
Durita samanbar hetta við tað, sum hendir, tá fjølmiðlarnir byrja at gera nógv burturúr ávísum sjúkueyðkennum. So gongur ikki long tíð, fyrr enn ein rúgva av fólki knappliga halda seg líða av sjúkuni.
- Tí er tað eisini so trupult at tosa um javnstøðu, um vit bara varpa ljós á tey øki, har kvinnur eru fyri mismuni. Um vit heldur tóku fram alt tað, vit kunnu og duga, so hevði alt hetta kjakið fingið eina nógv meir stimbrandi gongd. Og tað er tann vegin, vit skulu fara á leiðini til javnstøðu, helt Durita.
- Tí má tíðin vera komin til at leggja tað sama dirvið og áræðið niður í genturnar, sum vit í áratúsund hava lagt niður í dreingirnar. Tí tað er ongin ivi um sannleikan í orðunum hjá Simone de Beauvoir: ?Tú verður ikki fødd kvinna. Tú verður uppald til at vera kvinna?, segði Durita Holm.