Skeinkistøðini kring landið eiga at sleppa at hava longri opið um náttina. Tað halda politikarar úr fýra politiskum flokkum á Løgtingi.
Tað var niðurstøðan, nú Framsøkin Ung, sum er ungdómsfelagið hjá Framsókn, skipaði fyri pallborðsfundi um vikuskiftið um afturlatingartíðirnar hjá skeinkistøðum og dansistøðum.
Og á fundinum vóru umboð fyri fýra flokkar, nevniliga Ruth Vang úr Framsókn, Bjørt Samuelsen úr tjóðveldi, Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum. Men gjørt varð vart við, at eisini Fólkaflokkurin skuldi vera umboðaður, men floksformaðurin, Jørgen Niclasen, hevði givið avboð.
Øll fýra, sum sótu við pallborðið eru samd um, at lógin eigur at vera broytt, soleiðis at skeinkistøð sleppa at hava longri opið.
Ruth Vang heldur, staðfestur, at vit hava fingið eina nýggja vinnu, nevniliga matstovuvinnuna, og hon heldur, at upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðum eiga at verða longdar í stigum.
Djóni Nolsøe Joensen heldur, at lógin er avoldað og hann heldur, at fyrsta stig kundi verið at skeinkistøð sluppu at hava longri opið til serlig høvi, eitt nú tá ið landsdystir eru og tá ið ferðafólkaskip liggja við bryggju. Hinvegin heldur hann, at lógin skal vera so rúmlig, at tað skal ikki vera neyðugt at søkja um undantaksloyvi í tíð og úrtíð.
Bæði hann, og Bjørt Samuelsen, føla seg tryggari við, at ungfólk sleppa at sita á einum skeinkistaði, har tað er eitt ávíst eftirlit, til út á morgunin, heldur enn at tey verða koyrd á dyr klokkan fýra um náttina, fyri síðani at enda í einum morgunballi, har einki eftirlit er við nøkrum sum helst yvirhøvur.
Bjørt Samuelsen heldur, at tað er sjálvsagt, at lógin verður broytt, so at skeinkistøð sleppa at hava longri opið, tí lógin má vera tíðarhóskandi. Hon heldur eisini, at tað er beinleiðis tollut, at fólk ikki kunnu sita á eini matstovu mitt í viku og drekka eina øl, ella eitt glas á víni eftir midnátt.
– Vit skulu ikki hava reglur, sum tað ikki eru sera góðar grundgevingar fyri at hava í gildi, og tað er ein sannroynd, at vinnulív virkar altíð best undir so rúmum ræsum sum gjørligt, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon ásannar, at sleppa skeinkistøðini at hava longri opið, er vansin, at atferðin hjá fólki fer at broytast, so at tey kanska fara enn seinni í býin enn tey gera nú, og halda so afturfyri bara enn longri um morgunin. Tingkvinnan fyri Tjóðveldi heldur, at í Løgtinginum er viljin til staðar tillaga hesa lógina til nútíðina, tað snýr seg bara um at fáa tað gjørt, heldur hon.
Magni Laksáfoss ásannar, at tíðirnar broytast og at lógin skal fylgja við, og tískil er tað rætt at lata tað vera longri opið.










