Hesi seinastu trý árini hevur løgreglan skrásett seks mál, har skeinkistøð ikki hava hildið lógarásettu treytirnar fyri at hava skeinkiloyvi.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, frá løgregluni. Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðaflokkin, hevur spurt hann um nøkur ætlan er at endurskoða treytirnar fyri at hava skeinkiloyvi.
Eitt, løgtingsmaðurin hugsar um, er, um revsingin fyri at skeinkja fyri ungum undir 18 ár, er nóg hørð. Hann hevur áður greitt frá, at hann hevur skilt frá teimum ungu , at tað er ikki tann stóri trupulleikum hjá ungum undir 18 ár at sleppa inn á skeinkistøð at drekka.
Poul Michelsen sigur, at nakrar broytingar eru á veg. Ein broyting er at tann parturin av halgidagslógina, sum hevur við dans og tónleika upp undir halgidagar, skal strikast.
Les eisini: Nú skal halgidagslógin strikast í sambandi við dans og tónleik
Annars sigur Poul Micelsen, at løgreglan hevur upplýst, at tey hava einki skrásett um, at ung undir 18 ár, hava fingið at drekka á skeinkistøðum.
Hann leggur afturat, at tað er ikki bannað ungum undir 18 ár at koma inn á skeinkingarstøð. Tað er einans bannað at skeinkja fyri teimum. Men tey flestu skeinkingarstøðini hava kortini aldursmark við dyrnar fyri at sleppa undan at hava eftirlit við, hvussu gomul tey eru, sum keypa í barrini.
Hinvegin hevur løgreglan frá 2015 til 2017 skrásett seks mál, har tey, sum hava skeinkistøð, ikki hava hildið treytirnar í aðrar mátar. Men tey málini snúgva seg øll um, at skeinkistøð hava havt longri opið enn tey hava loyvi til.
Í 2015 vórðu fimm mál skrásett. Fýra av teimum málunum endaðu við eini átalu, og í einum føri fekk eigarin bót. Í 2016 varð einki mál skrásett og í fjør var eitt mál skrásett, og eisini tað málið snúði seg um at skeinkistaðið hevði longri opið enn loyvt er.
Eigarin fekk eina bót fyri tað. Men løgreglan sigur, at málið frá í fjør snúði seg um sama skeinkistað, sum fekk bót í 2015 og tískil fór loyvisnevndin undir tilgongdina at taka loyvið aftur.
Tann, sum átti skeinkiloyvi seldi tó virksemið, áðrenn viðgerð hjá Loyvisnevndini var liðug, og tískil varð ikki gjørt við málið.