Brynhild Næs Petersen, kvøldskúlaleiðari í Fuglafirði, sigur, at dugnaskapsskeið fyri frítíðarsiglarar hevur ikki verið boðið út á kvøldskúlanum í nógv ár, men nú verður so høvi at taka skeiðið aftur í Fuglafirði.
- Hitt minna dugnaskapsskeiðið hevur til endamáls at undirvísa frítíðarsiglarum í grundleggjandi siglingarlærugreinum, eitt nú siglingarlæru, sjóreglum, veðurlæru, stabiliteti, og hvussu siglingin verður løgd til rættis við atliti at streymviðurskiftum.
Hon sigur, at umframt hetta verður eisini undirvíst í vanligum sjómansskapi, eitt nú at manovrera, knýta knútar og at verja havumhvørvið. Undirvísingin fevnir eisini um ymisk tól, eitt nú gps’ara og radara, sum eisini eru partur av munnligu royndini.
- Eykavinningurin við at taka dugnaskapsskeiðið fyri frítíðarsiglarar er, at prógvið er altjóða, og hetta merkir, at tað kann brúkast kring allan knøttin, og at tað eisini er prógv til skjótgangandi bátar upp til 20 bruttotons, sigur kvøldskúlaleiðarin í Fuglafirði.