Skeið um kjak retorik og konservatismu

Leygardagin verður skeið í Sigmundarstovu á Hotel Tórshavn. Talan er um eitt skeið um kjak retorik og konservatismu, og her fáa luttakararnir millum annað høvi at læra meira um hvussu ein kjakast.

 

-Javnan uppliva vit, at ungdómar aftra seg, at luttaka í kjaki, tí tey meta, at tey ikki eru før fyri at luttaka í einum kjaki á høgum og siðiligum støði. Hvussu ber tað til, at hvessa tín próvførslu, so tú gert kringur til at kjakast, spyr nevndin í HUXA á Facebook síðuni hjá tiltakinum.

 

Sanski skeiðhaldarin Erik Winther-Paisley, kemur til Føroyar at undirvísa. Erik er limur í danska Konservativ Ungdom. Umframt hetta, er Erik kendur á okkara leiðum, sum fyrrverandi forseti í UNR(Ungdommens Nordiske Råd).

 

Les meira um tiltakið her:

 

www.facebook.com/events/487512461285859/