Mikudagin 16. mai 2012 skipar Umhvørvisstovan fyri skeiði um, hvussu spillivatn kann reinsast og leiðast burtur í økjum, har eingin kloakk er.
Endamálið við skeiðinum er geva luttakarunum kunnleika um burturleiðing av spillivatn í økjum, har illa ella ikki ber til binda í eina kloakkskipan, til dømis í óbygdum øki. Í undirvísingini verða ymiskar loysnir lýstar, tó verður høvuðsdentur lagdur á niðurseyringarskipanir og mini-reinsiskipanir. Eisini verður komið inn á aðrar skipanir at leiða burturspillivatn, so sum kloakkskipanir undir trýsti og um skipanir, har plantur verða brúktar at reinsa spillivatnið.
Dentur verður lagdur á praktisk viðurskifti, ttil dømis hvussu skipanirnar skulu setast upp og viðlíkahaldast. Eisini verður komið inn á viðkomandi vegleiðingar.
Skeiðið er ætlað fólki, ið starvast við kommunalum spillivatni, antin í kommununi sjálvari, sum ráðgevi ella arbeiðstakari.
Undirvísarari verður Inge Faldager frá Rørcentret, Teknologisk Institut, Danmark.