Um eina viku, týskvøldið 9. november, verður fundur í Pætursarstovu í Havn. Á skránni er ætlan um skeið við Sunleif Rasmussen. Ætlan er um at hava tímar hvør sær og felags. Skeiðið er fyri tónleikarar, ið skriva tónleik, men fyrireikararnir leggja dent á, at øll áhugað eru vælkomin á fundin. Eisini tónleikarar, ið ikki skriva.
Sunleif hevur áður havt slík skeið og hava tey verið væl eydnað. Fyrra skeiðið verður í november 1999 og tað seinna verður í mars 2000.
Fyrra skeiðið verður frá 16. til 21. november 1999.
Summartónar
Umframt skeið við Sunleifi, so er eisini annað á skránni á fundinum komandi týskvøld. Prátað verður um Summartónarnar ár 2000 og 2001, eins og Várkonsert og rock, jaz og vísukonsertir verða umrøddar.
Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, ið skipar fyri tiltakinum. Áhuga kunnu fara á fund týskvøldið. Vil ein vita meira, so ber til at seta seg í samband við Føroysk Tónaskøld, Reynagøta 12, Tórshavn ella ein kann skriva til felagið á adressuni summar@olivant.fo










