Felagið hevði vitjan úr Danmark, og tey sum hildu skeiðið vóru Jens Ettrup frá fyritøkuni Specialbandager.dk, sum hevur spesialiserað seg í at gera sokkar, ermar o.l. til lymfodemsjúklingar, og Stine Bahne frá fyritøkuni Simonsen & Weel, sum selur Medi-sokkar til sama endamál.
Skeiðhaldararnir undirvístu lymføterapeutunum um hvat fæst av sokkum, ermum og øðrum, sum er nakað, tey ikki kunnu vera fyri uttan fyri at fáa gerandisdagin at fungera. Limafundur var mánakvøldið har Stine Bahne og Jens Ettrup greiddu limunum frá teirra møguleikum fyri at bøta um.
Nevndin í felagnum var sera væl nøgd við undirtøkuna og við umstøðurnar í MBF-húsinum, har alt kundi vera á einum staði: skeiðið, limafundurin og maturin til tey luttakandi.
Lymfødemfelagið í Føroyum hevur umleið 50 limir og formaður í felagnum er Elsa Wolles.
mg










