Skeið í fagurskrift aftur í november

Í november verður atfur møguleiki at fara á skeið í kaligrafi, fagurskrift. Tá kemur Jens Guð úr Íslandi at halda skeið og seinast hann var, sluppu øll ikki framat, Ætlar ein at gleða familju og kenningar við heimagjørdum jólakortum seinastu jólini hesumegin ár 2000, so er at tekna seg til skeiðið, har ein av heimsins bestu einnan kynstrið lærir frá sær

Íslendingurin Jens Guð er millum tey fremstu í heiminum innan fagurskrift, kaligrafi.

Hann hevur vitjað í Føroyum áður. Tá helt hann skeið í fagurskrift, kaligrafi, og so stórur áhugi var, at øll sluppu ikki framat.

Tí verður aftur í ár skipað fyri skeiði í fagurskrift. Jens Guð kemur til Føroya í november og skeiðið verður frá 8. til 15. november.

Vónandi gongst honum betur á ferðini hendaveg, enn seinast. Tá endaði hann í Keypmannahavn og eftir nógv hóvasták og umvegir, eydnaðist honum at enda at greiða frá støðu síni og bíðandi skeiðluttakarum í Føroyum. Hann koma eina viku seinkaður til Føroya.

Jens Guð hevur í heyst ferðast í Íslandi og hildið skeið. Í farnu viku var hann eystaliga í Íslandi. Jens er tónleikaáhugaður og hann nýtti møguleikan at vitja á Nordpop - Cafe Norden. Ein rockfestivalur, har føroyski bólkurin Hatespeech luttók. Jens rósar føroysku rockdreingjunum og nevnir m.a. Heðin Ziska Davidsen, ið spælir guitar og Jákup Paula G. Olsen, ið syngur.

Seinast, tá Jens Guð var í Føroyum, arbeiddi hann við at savna ein fløgu, umframt at halda skeið. Úrslitið var Rock from the cold seas.

Ætlanir hava verið frammi um onkra fløguætlan nú eisini, men enn er einki ítøkiligt hesum viðvíkjandi.

Jens Guð hevur tónleikahandil í Reykjavík, har eisini føroyskar fløgur eru at fáa. Hann er plátuvendari á útvarpsstøð og skrivar um tónleik fyri bløð.


Men í november er fagurskrift á skránni, og tey, ið vilja gleða familjuna við øðrvísi og heimagjørdum jólakortum seinastu jólini hesumegin ár 2000, eiga at melda til sum skjtast. Tað er Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli, ið skipar fyri.